Tá norski drápsmaðurin Anders Behring Breivik var í rættinum seinast, vóru fleiri av teimum, sum hann særdi á Utøya, og avvarandi hjá øðrum hjástødd. Breivik bað dómaran um loyvi at siga nøkur orð, men tað vildi dómarin ikki.
Tey flestu hildu, at drápsmaðurin ætlaði sær at biðja um umbering fyri gerð sína, men nú avdúkar blaðið Aftenposten, at hann tvørturímóti ætlaði at siga teimum, at tey eiga at takka honum fyri tað, sum hann gjørdi.
Aftanposten skrivar, at sambært sálarfrøðingum sær Anders Behring Breivik seg sjálvan sum dómara og bøðil, og at tey ungu, sum hann myrdi á Utøya, eru vorðin pínslarváttar. Tað eiga tey avvarandi at takka honum fyri, heldur hann.