Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, skal nú flytast úr Telemark fongslinum til Ringerike fongsul.
Tað sigur norska Kriminalforsorgin í tíðindaskrivi.
- Endamálið við flytingini, sum hevur verið mett yvir eina longri tíð, er í høvuðsheitum, at maðurin øll hesi ár hevur sitið dómin í somu deild í fongslinum við sera høgari trygdarskipan.
Kriminalforsorgin heldur tað vera hóskandi við einum umhvørvisskifti, og tí skal Anders Behring Breivik nú flytast til Ringerike fongsul.
- Av trygdarávum vilja vit ikki upplýsa, nær hann verður fluttur í annað fongsul, men tað verður í nærmastu framtíð, siga tey.
Kriminalforsorgin vissar kortini um, at trygdarskipanin í Ringerike fongslinum er á líka høgum støði sum í Telemark fongslinum.
- Tískil verða umstøðurnar hjá Anders Behring Breivik júst tær somu undir nýggju umstøðunum, sum tær higartil hava verið, siga tey í Kriminalforsorgini.