Brek á mátarunum hjá Landsverki

- Tað vísir seg, at tað er at kalla eingin vindur í dag.

Fyri løtu síðani skrivaðu vit, at hvirlurnar í Kollafirði vóru harðari enn aðrastaðni í landinum. 

 

DMI hevur boðað frá, at vit kunnu vænta storm í Føroyum í dag, men tað letur til ikki at passa. 

 

Men kortini vóru nakrir mátari hjá Landsverki sum vístu, at tað vóru hvirlur upp í stormstyrki. 

 

Tað vísir seg tó nú, at talan er um brek á veðurmátarunum.

 

Hjá Landsverki siga tey, at tá ið frostur kemur á mátararnar, so kann tað elva til brek, tó tað er sera sjáldsamt. 

 

Tað er so hent í dag, tí fyri løtu síðani vísti mátarin í Kollafirði heilt upp til 57 m/s, men tað passar ikki - vita helst øll sum eru í Kollafirði ella har um leiðir. 


Nú er júst tað brekið rættað - og tað vísir, at nú eru 13 m/s í Kollafirði.