Bremsaði fyri seyði og koyrdi útav

Ein bilførari, sum í gjárkvøldið kom koyrandi út úr Kaldbakstunlinum suðureftir, endaði við síðuna av vegnum, samstundis sum bilurin hjá honum endaði á takinum.

Orsøkin var, at seyður var á vegnum, og tá bilførarin noyddist at traðka hart á bremsurnar, misti hann tamarhaldið á bilinum og fór niðan av vegnum.

Løgreglan sigur, at hendingin er fráboðað.

- Bilførarin fekk ongan skaða, men bilurin er ivaleyst illa farin, verður sagt á løgreglustøðini í Havn í morgun.