Løgreglan sigur, at eldurin, sum herjaði eina íbúð í Jóan Karlsgøtu í Havn í gjáramorgunin, kyknaði í køkinum.
Talan er um eina íbúð í teimum lonunum, sum vanliga verða nevndar Revagarðurin og í hesi lonini eru fimm íbúðir.
Eldurin varð fráboðaður klokkan 05.25 í gjáramorgunin og tá ið sløkkiliðið kom á staðið, stóð íbúðin í ljósum loga, sigur løgreglan.
Tað eydnaðist at sløkkja eldin, áðrenn hann breiddi seg til hinar íbúðirnar, men tá var íbúðin ill farin av eldinum.
Ein maður, sum búði einsamallur í íbúðini, fekk bjarga sær út, men hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið við brunasárum.
Løgreglan sigur í morgun hann hevur fingið nakað av skaða, tí hann hevur brent seg í andlitið og á hendurnar.
Løgreglan hevur síðani kannað orsøkin til eldsbrunan og niðurstøðan er, at hann er kyknaður í køkinum, við komfýrin.
Ástøðið er, at maðurin hevur ætlað at gera sær okkurt at eta, men er síðani sovnaður frá komfýrinum, sigur løgreglan.
Í fýra av íbúðunum búði eitt fólk og í tí eini íbúðini búðu tvey fólk, so tilsamans búðu seks fólk í lonini.
Øll fimm fólkini í hinum íbúðunum vórðu eisini flutt burtur, tí tað var so nógvur roykur.
Tvey teirra vórðu flutt á Landssjúkrahúsið at verða kanna fyri roykeitran, men løgreglan sigur, at tey vórðu útskrivað aftur.
Eitt fólk, sum búði í teirri eini íbúðini er flutt inn aftur, tí tann íbúðin hevur ongan roykskaða fingið.
Hini fýra fólkini hava fingið innivist á hotelli til støða verður tikin til, hvussu farast skal fram