Brendu bretska flaggið

Írsk mótmælisfólk settu eld á tað bretska flaggið og róptu rakstrarróp, tá Elizabeth drotning kom til Írlands á almenna vitjan í dag. Fjølmiðlarnir siga, at mótmælisfólk vóru komin saman við ein minnisvarða, sum varð reistur til minnis um teir írarnar, sum lótu lív í frælsisstríðnum. Tey róptu rakstrarróp eftir bretum og settu eld á bretska flaggið og tað norðurírska flaggið.

Nógvir írar hava ikki gloymt avgerðina hjá Bretlandi at býta Írland sundur í tveir partar í 1922, men tann sokallaða Langsfríggjadagsavtalan í 1998 hevur tó bøtt nakað um viðurskiftini.

Írsku myndugleikarnir hava sett sera strong trygdartiltøk í verk í sambandi við drotningavitjanina. Fleiri túsund løgreglufólk skulu forða fyri ófriði.