Tað kemur fyri, at fólk brenna seg, tá ið tey keypa brúktan bil.
Støðan er nevniliga tann, at vegskatturin fylgir við bilinum. Tað merkir, at er vegskatturin goldin fyri bilin, sum verður keyptur, sleppur nýggi eigarin undan at hugsa um vegskattin, til nýggj rokning kemur frá Akstovuni.
Men tað eru verri enn so øll, sum hugsa um hesi viðurskifti og tað er eisini hent, at tann, sum selur ein bil, skyldar vegskatt - og so er tað keyparin, sum fær rokningina, tí vegskatturin fylgir við bilinum.
Tað hevur hent seg, at tey, sum keypa bil, ella motorsúkklu, hava brent seg illa av hesum, tí brádliga koma tey at standa við eini stórari rokning, tey ikki vistu um.
Jóna Mortensen, tingkvinna, hevur spurt Jørgen Niclasen, um hetta er eitt mál, hann ætlar at gera nakað við.
Og tað er tað, tí landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at kanna møguleikan fyri at broyta skipanina, so at vegskatturin altíð skal fylgja eigaranum.
Tað merkir, at nýggi eigarin hevur øll rættindi og allar skyldur frá tí degi, hann yvirtekur bilin og skal ikki stúra fyri at hanga upp á skuld hjá fyrrverandi eigaranu.
Tað merkir, at er vegskatturin goldin fyri ein bil, sum verður seldur, fær seljarin vegskattin endurgoldnan, samstundis sum nýggi eigarin yvirtekur vegskattin frá tí degi, hann yvirtekur bilin.
Hetta er sama skipan, sum er við tryggingini.
Men Jørgen Niclasen vísir á, at hetta kann verða dýrt í umsiting, tí hvørt ár verða einir 7.000 akfør skrásett og umskrásett.
Og hann ger eisini greitt, at fer tað at krevja nógva umsiting, at seta eina skipan í verk har vegskatturin fylgir bilinum, verður ein slík skipan ikki sett í verk.
|