Tað eru ikki so nógv ár síðan, at brenniolja kom út á nakrar av oyggjunum í tunnum, men hetta er nú søga.
Eisini í Fugloy eru hesi viðurskifti fingin í rættlag.
Tað er maðurin, ið hevur SSL-avgreiðsluna, sum eisini syrgir fyri, at húsarhaldini á Kirkju og í Hattarvík fáa olju fylta á tangan.
##med6##
##med7##
Skipanin í Fugloy er hon, at her er el-verk á Kirkju, sum gevur streym til báðar bygdirnar í oynni, og her keypir SEV olju frá Magn.
Húsarhaldini í Fugloy keypa síðan olju frá SEV, sum SSL-avgreiðslumaðurin syrgir fyri kemur í tangarnar kring um í bygdunum.
##med2##
##med3##
Renovatiónin
Eisini renovatiónin í Fugloynni er so gott sum komin upp á pláss, tó at hon verður skipað enn betur, tá felags móttøkan, sum er bygd millum bygdirnar, kemur í gongd.
Kommunan hevur bingjur frá IRF, ávkavist á Kirkju og í Hattarvík, og hesar verða regluliga koyrdar umborð í Rituna og tømdar í Hvannasundi.
Síðan koma tær út aftur til Fugloyar.
Í Fugloy miðjar kommunan eftir, at nýggja ruskplássið í oynni eisini verður skipað við skiljing.
##med4##
##med5##
Bygdirnar eru so smáar, og tí verður hildið, at tað eigur at bera til at skilja ruskið, soleiðis at eisini burturkast úr oynni verður handfarið burðardygt.
Sum limur í IRF, eigur kommunan at miðja eftir at liva upp til standardin, sum IRF setir.
Tað er eisini málið hjá Fugloyar kommunu.