Brennistøðin aftur borgaravinarlig

   

Leivur Hansen
býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin
??????
Borgararnir í Tórshavnar kommunu sleppa nú aftur ókeypis av við privatburturkast vanligar yrkadagar - og ikki bara leygardagar.
Hetta samtykti heilsu- og umhvørvisnevndin hjá býráðnum á snarfundi mánadagin.
Harvið ásannaði nevndin, at hon var lopin framav við góðkenning síni av nýggju gjaldsviðtøkunum fyri móttøku av burturkasti, sum komu í gildi 1. september.
Sambært viðtøkunum kundu borgararnir ikki longur ókeypis lata inn privatburturkast vanligar yrkadagar, men einans leygardagar.
Hetta fekk meg í einum lesarabrævi herfyri at kalla avgerðina fyri eitt stórt grønt afturstig fyri kommununa.
M.a. stúrdi eg fyri stórum bíðirøðum uttanfyri brennistøðina leygardagar, sum kundu freista fólk til at velja ein lættari og ómaksleysari hátt at beina fyri burturkastinum - til ampa fyri náttúru og umhvørvi okkara.
Kúvendingin nú hjá bæði leiðslu og nevnd vísir, at grund var fyri hesi stúran.
Á fundinum í heilsu- og umhvørvisnevndini varð staðfest, at tað hevur verið ein stórur vansi, at privat-fólk ikki hava kunnað gjørt nýtslu av plássinum vanligar dagar.
Hetta hevur gjørt, at trýstið leygardagar hevur verið somikið stórt, at ferðslan ikki hevur gingið væl, og tí hava viðskiftafólk heldur ikki fingið gagnnýtt skipanina nóg væl.
Við hesum staðfestingum í huga hevur heilsu- og umhvørvisnevndin so nú samtykt at broyta gjaldsviðtøkurnar soleiðis, at borgararnir nú aftur - frá mánadegi til leygardag - ókeypis kunnu lata inn privat burturkast, ið er fevnt av galdandi reglugerð um húsarhaldsburturkast.
Kommunala brennistøðin er sostatt aftur vorðin borgaravinarlig.
Takk fyri tað.