Brennivínsroykurin setti seg í næsarnar millum stóru tangarnar

Seinasta fríggjadag var Sosialurin á vitjan á stóra bryggjarínum í Ålborg, Aalborg Akvavit, ið er kenda "kelinavnið" á fyritøkuni, sum nú er partur av ein stórari ketu, V&S Group

Tær nýttist ikki at ivast í, hvagar tú var komin, tá ið tú steig inn um portrið hjá Aalborg Akvavit í Ålborg. Stóru tangarnir sóust langan veg, og í fremst túninum stóð bilur við nummarplátuni, AKVAVIT. Blaðstjórin á Norðlýsinum, Olivur Joensen, helt fyri, tá ið hann sá bilin, at hesin hevði ikki verið so væl egnaður at farið á morgunmøti við.
Hevði nakar sum helst ivi verið um, hvar tú var, var allur ivi burtur, tá ið tú komst innar í bygningarnar. Ramur roykur av brennivíni setti seg í næsarnar og hjá tí, sum ikki nýtist nógv meira enn uppí ein propp fyri at fáa eina kenning, mundi hesin roykurin næstan vera nóg mikið!
Eldur og sigarettir eru bannaðar á hesi vitjan, bæði inni og úti í garðinum, tí her snýr tað seg um sterkar og á mangar mátar "eldfimar" løgir. Spritt er eldfimt, og tí er ikki ráðiligt at taka sær nøkur óróð. Fartelefonir eru eisini bannlýstar á sprittverksmiðjuni, tí tær kunnu geva neistar frá sær ? og so kann hin "versti" vera leysur?
Tað var áhugavert at fylgja framleiðslustjóranum á ferðini gjøgnum verksmiðjuna, har vit bæði sóu partar av tí gamla útbúnaðinum og tann nýggja.
Ikki minst áhugavert var at síggja gamla "sprittmátaran", sum Toll & Skatt í Danmark eigur. Á hesum mátara, har øll framleiðslan fór ígjøgnum fram til einaferð í sjeytiárunum, er teljari sum sigur, hvussu stór framleiðslan er ? og hareftir vórðu avgjøldini roknað. Í dag rennur fínspritt framvegis gjøgnum teljaran, men nú er tað meira fyri at gleða tey vitjandi ? og ikki sum partur av skyldunum mótvegis tí almenna.
Framleiðslustjórin segði, at størsti parturin av virkseminum á Aalborg Akvavit í dag er sjálvvirkandi, soleiðis at framleiðslutólini eru teldustýrd.
- Í sínari tíð vóru 350 fólk í arbeiði hjá fyritøkuni; í dag eru vit 40, men framleiðslan er 10 ferðir so stór, segði hann.
Á vitjanini fingu tey, sum vildu, høvi at smakka ymisku
Brennivínssløgini, og høvið var eisini at vitja lítlu sølubúðina, sum er á verksmiðjuni.

V&S Group
Í 1999 varð felagið, sum gongur undir navninum, "De Danske Spritfabrikker", keypt av svensku vín-og rúsdrekkaketuni, V&S Group, sum eigur dóttirfelagið, V&S Danmark A/S.
V&S Group er ein leiðandi framleiðari og útbjóðari av víni og rúsdrekka í Norðurevropu og telist millum tíggju tær størstu rúsdrekkafyritøkurnar í heiminum.
Kendasta vørumerkið hjá V&S Group er Absolut-Vodka, sum samstundis telist millum trý av heimsins kendastu brennivínssløgum.
De Danske Spritfabrikker, sum eisini er veitari til danska kongshúsið, telist í dag millum størstu framleiðarar av brennivíni í Norðurlondum.
Fundamentið varð lagt við akvavittini, men í dag fevna vørusløgini um mong onnur brennivínssløg, eitt nú vodka, rom, ginn, whisky, cognac, gammel dansk, bitter dram og likør.

Mannavirðing
Í faldara, sum Aalborg Akvavit hevur, verður víst á, at njótanin av rúsdrekka er ein partur av mentanini í okkara parti av heiminum. Víst verður eisini á, at drykkjuskapur, sum ikki fer fram við máta, kann føra til misnýtslu.
- De Danske Spritfabrikker eru sannførd um sína ábyrgd og kenna eina moralska skyldu at kunna um "góða drykkjumentan", sum tey rópa tað. Tí leggja vit dent á eina ábyrgdarfulla marknaðarføring, samstundis sum vit eisini menna vørur, ið eiga eitt náttúrligt pláss í samveruni millum vaksin fólk, eitt nú vørur sum "ingrediens" til góðar máltíðir.
Lagt verður aftrat, at fyritøkan hevur virðing fyri menniskjanum og umhvørvinum, soleiðis at allar galdandi reglur á økinum verða fylgdar.
- Vit vilja vera eitt gott fyridømi, sum ein ábyrgdarfull fyritøka, siga tey.

Áhugaverd søga
Danir halda, at søgan um "snapsin" og De Danske Spritfabrikker er so áhugaverd, at teir fegnir vilja lýsa hesa søgu fyri fólki, sum ferðast á Ålborg-leiðini. Tí kunnu fólk ? einstaklingar ella bólkar - vitja verksmiðjuna og fáa eina kunning, samstundis sum tey sleppa at síggja bæði gamalt og nýtt á vitjanini ? og er talan um serliga vitjan, sleppa tey eisini at velja sær ein lítlan snaps í stóra úrvalinum av fløskum, sum hanga á vegginum í "barrini".
Aalborg Taffel Akvavit, sum telist millum kendastu merkini ? og eisini er kent undir navninum, Rød Aalborg, er tó eldri enn sjálv stovnanin av De Danske Spritfabrikker. Gjøgnum árini er hetta brennivínsslagið framleitt saman við eplum, hveiti og mais, men í dag verður hesin klári drykkur bert framleiddur við danskari hveiti.