HB-NSÍ 2-5 (1-2)
Hóast munurin á stigatalvuni var sjónskur, so mundu vónirnar hjá runavíkingum vera góðar undan dystinum sunnudagin. Júst í hesum dysti hevur NSÍ fleiri ferð fingið sera góð úrslit, líkamikið hvussu støðan annars hevur verið.
Viðhaldsfólkini mundu eisini hava illgruna um, at okkurt fór at spyrjast burtur úr, tí nógvir runavíkingar vóru at síggja í gamla skýlinum. Karmunum um dystin bilti sostatt einki, og tá so hóttandi regnið eisini helst seg burtur, skuldu allar fortreytir fyri einum góðum dysti verið uppfyltar.
Vónirnar hjá runavíkingum fingu tó ein framman á rættuliga tíðliga í dystinum. Tað vóru ikki spældir meira enn fimm minuttir, tá Pætur Dahl hevði sett bóltin í NSÍ meskarnar.
Hetta hendi eftir at Jón Rói Jacobsen sera hegnisliga slapp oman at baklinjuni í høgru. Eingin runavíkingur fekk fatur á innlegginum, hóast málverjin helst átti at farið út, og so kundi Pætur púra leysur seta fótin á.
Satt at siga høvdu runavíkingar ikki tað stóra at skula sagt hesa løtuna, og við eitt sindur størri neyvleika, kundi HB meir ella minni køvt stigavónirnar hjá runavíkingum. Millum annað varð Jón Rói í tveimum førum spældur púra leysur av verjuleikarum hjá NSÍ, men báðu ferðirnar eydnaðist Rúna Joensen at verja fyri.
Meðan HB fyrsta hálva tíman ella so hevði sera gott tak á spælinum, hekk millum lítið og einki saman hjá runavíkingunum. Verjan tóktist ivandi í fleiri førum, á miðvøllinum var Abraham so at siga einsamallur um at gera ein roynd at skapa nakað, og álopsleikararnir fingu so at siga ongan stuðul.
Næsta HB málið lá líka sum í luftini alla tíðina, men brádliga svaraðu runavíkingar aftur. Hóast hann var umgyrdur av tveimum HB leikarum, eydnaðist Gert Langgaard at sleppa at baklinjuni, haðani hann sendi eitt perfekt innlegg til Dánjal Hansen, og toppskjúttin stútaði NSÍ upp á javnt.
Gestirnir vaknaðu
Málið fekk líka sum NSÍ leikararnir til at rakna við, og hetta setti av sonnum lív í dystin. HB var framvegis vandamikið, men nú fingu gestirnir eisini sett fleiri álop í lag. Tað var eins og teir nú veruliga trúu uppá, at uppgávan kundi loysast, og brádliga vóru tað eisini aðrir enn Abraham, sum megnaðu at vinna bóltin av HB?arum og spæla hann skilagott víðari.
Stutt fyri hálvleik fingu teir eisini løn fyri stríðið, tá Dánjal varð feldur beint uttan fyri brotsteigin. Sjúrður Jacobsen kom fram at skjóta frísparkið, og uttan stórvegis hóvasták bendi hann bóltin út um verjugarðin og niður í handara málhorn.
Trektu seg aftur
HB liðið varð nakað broytt miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Allan Mørkøre kom á vøllin fyri Gigi, sum varð skaddur. Í hálvleikinum broytti venjarin enn meira um liðið, tá hann setti Bárð Mortansson inn fyri Jón Róa Jacobsen.
Allarhelst varð hetta gjørt fyri at styrkja um álopspartin, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki ferðaðist bólturin eisini nógv á NSÍ hálvuni. Hetta komst tó eisini av, at Trygvi Mortensen hevði togað Dánjal Hansen úr álopinum oman á miðvøllin. Sostatt var Christian Høgni einsamallur framherji, og tað viðførdi, at NSÍ so at siga ongantíð varveitt bóltin á HB hálvuni.
HB fekk eisini fleiri góðar møguleikar burtur úr yvirvágini, men onkursvegna megnaðu teir at misnýta allar hesar. Tá teir so endiliga komu upp á javnt, komst hetta av einum mistakið hjá Rúna í NSÍ málinum. Tað sá ikki út til at vera nakar vandi á ferð, tá Allan Mørkøre tveitti langt innkast inn í NSÍ brotsteigin. Bólturin støkk til Rúna, men hann klossaði, tá hann skuldi lofta, og so kundi Bárður Mortansson prika bóltin í málið.
Nú var veruliga líkt til, at HB endiliga hevði fingið fatur aftur á dystinum, men áðrenn teir høvdu fingið armarnir niður aftur, hevði Christian Høgni Jacobsen sett teir so ruddiliga upp á pláss.
Fyrst varð HB revsað, tá Pætur Dahl á miðvøllinum var ov seinur at sleppa bóltinum. Úrslitið varð, at tríggir NSÍ verjuleikarar kundu fara móti einnum HB verjuleikara, og Christian Høgni sveik ikki, tá hann fekk møguleikan.
Lítla løtu seinni varð aftur galið. Gert, sum burtursæð frá fyrsta hálva tímanum var sera sjónligur í høgru, sendi ein skrúvandi bólt inn um HB verjuni, og sera hegnisliga megnaði Christian Høgni at fáa tamarhald á bóltinum, áðrenn hann langaði hann fram við Bárði í HB málinum.
Einki hjalpti
Aftan fyri við tveimum málum og við bert 25 minuttum eftir, átti dysturin helst at verið avgjørdur. Tað var hann kanska eisini, tí HB fekk ikki fleiri mál, men tað var so avgjørt ikki orsakað av, at teir ikki høvdu møguleikar.
Til tíðir var tað nærum ótrúligt at bólturin inn. Millum annað hevði Andrew nakað, sum líktis ársins mest upplagda møguleika, men eftir at hann hevði fintað Rúna til viks, sendi hann skotið beint í føvningin á málverjanum. Nakað seinni høvdu klókastu støddfrøðiligu heilarnir helst havt trupulleikar av at roknað út, hvussu bólturin ikki fór í málið, tá hann umvegis høvdið á málverjanum fyrst tók í tvørstongina, áðrenn hann umvegis stongina aftur endaði í føvninginum á Rúna.
Tað tóktist satt at siga ógjørligt hjá HB at skora, og sum dysturin leið, kundi hann satt at siga ikki endað øðrvísi hjá frustreraðu HB leikarunum. Samanbrestirnir á vøllinum gjørdust alsamt harðligari, móti endanum av dystinum bar av.
Fyrst varð Florin rikin av vølli, eftir at hann hevði jarðlagt Eddie Mikkelsen, og løtu seinni var aftur rok. Seinnu ferð endaði alt tó við, at dómarin bert gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.
Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.
Undirhaldandi
Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.
Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.
Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.
Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.
Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.
HB-NSÍ 2-5 (1-2)
1-0: Pætur Dahl 5.
1-1: Dánjal Hansen 30.
1-2: Sjúrður Jacobsen 44.
2-2: Bárður Mortansson 51.
2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.
2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.
2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen