Bretar á val í dag

Eitt er longu greitt, Stórabretland tekur í dag enn eitt fet burtur frá ES.

Hóast ES-atfinningarsami flokkurin UKIP ikki skal vænta sær nógvar tinglimir eftir valið, so er eingin ivi um, at flokkurin hevur megnað at sett sín dám á valstríðið og av álvara hevur sett sambandið hjá Stórabretlandi við ES á breddan.

 

UKIP lovar sínum veljarum, at teir skulu føra Stórabretland út úr ES, og boðskapurin hevur verið væl móttikin. Somikið væl, at konservativi flokkurin eisini hevur førkað seg longur út á somu leið, og hevur lovað at skipa fyri fólkaatkvøðu um ES-limaskapin hjá Stórabretlandi, um teir vinna valið.

 

ES-mótstøðan í Onglandi er stór og vaksandi. Heili 35 prosent av bretum siga, at teir høvdu atkvøtt um at fara úr ES, um val var í dag, meðan tveir triðingar siga seg vera euroskeptisk. UKIP sær út til at fáa 15 prosent av atkvøðunum og nógv bendir á, at teir í høvuðsheitum taka atkvøður frá konservativa flokkinum. Atkvøður, og tinglimir, sum konservativi flokkurin ikki hevur ráð at missa í stríðnum við bretska arbeiðaraflokkin.

 

Seinastu árini hava stóru flokkarnir mist fleiri og fleiri atkvøður, meðan ymiskir smærri flokkar vinna frama. Tað gerst alsamt minni sannlíkt, at annar av stóru flokkunum einsamallur vinnur meirilutan av sessunum í tinginum, og tí verður neyðugt at leita sær stuðul frá onkrum av minnu flokkunum.

 

Seinasta val vóru tað liberalu demokratarnir, við Nick Clegg á odda, í av álvara gjørdu um seg, men teirra undirtøka er nógv viknað hesi árini, teir hava verið í stjórn saman við konservativa flokkinum. Nú er tað Nigel Farage og UKIP, sum hava framgongd, saman við Nicola Sturgeon og skotska loysingarflokkinum, SNP. Tó so, væntandi fara liberaldemokratarnir at fáa somikið nógvar sessir í tinginum, at teir enn einaferð fáa eina lyklastøðu í bretskum politikki, har teir antin kunnu stuðla konservativa flokkinum ella leggja fót fyri teimum.

 

Somu lyklastøðu sum liberaldemokratarnir kunnu fáa mótvegis konservativa flokkinum, kann skotski loysingarflokkurin SNP hava mótvegis javnaðarflokkinum. Líkt er til, at heldur ikki javnaðarflokkurin fer at fáa neyðugu tinglimirnar at stjórna einsamallur.

 

Seinastu veljarakanningarnar geva konservativa flokkinum 34 prosent, javnaðarflokkurin fær 33 prosent, UKIP fær 13 prosent, LibDem fáa 8 prosent, teir grønu fáa 5 prosent, og 7 prosent fara til aðrar minni flokkar.

 

Bretska valskipanin er tó ikki vinalig móti smærru flokkunum, so tingmannabýtið verður 281 til teir konservativu, 266 til javnaðarflokkin, 27 til liberaldemokratarnar, 1 til UKIP og 51 til SNP. 24 tinglimir fara til aðrar smærri flokkar.