Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur í morgun kunngjørt roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing 2016, og sum væntað, so er talan um enn ein blóðreyðan roknskap frá felagnum.
Tá hugt verður eftir EBITDAX, ið er inntøkan, tá ymiskar fastar útreiðslur ikki eru roknaðar við, so hevði felagið eitt tap á 24,7 milliónir krónur, meðan sjálvt nettotapið hjá felagnum var 38,7 milliónir krónur.
Felagið vísir millum annað á, at ein av orsøkunum til ringa roknskapin, var manglandi inntøkur frá Chestnet oljuøkinum. Sostatt vóru inntøkurnar hjá felagnum einans 10,9 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing.
Tað stendur tó ikki bara illa til hjá felagnum, tí í nátt kundi felagið nevniliga avdúka, at samráðingarnar við London Oil and Gas hava borið á mál, og hevur bretska felagið sett umleið 80 milliónir krónur í føroyska felagið.
Avtalan inniber millum annað, at felagið fær ein nevndarlim í Atlantic Petroleum, umframt at teir hava sett Clint Redman í starv sum nýggjur parttíðarsettur fíggjarstjóri.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um nýggju avtaluna, ið hann metir ger, at felagið kann byrja at hyggja eftir nýggjum møguleikum.
- Vit eru sera væl nøgdir við lánsavtaluna við London Oil and Gas. Avtalan styrkir stjórnina og leiðsluna í Atlantic Petroleum, og vil tryggja fígging, so vit fáa møguleikan at leggja aftrat virðisbrævaognunum í okkara nýggja fokusøki, ið er Eysturevropa og Eurasia økið. Vit gleða okkum at fara í holt við hetta næstu mánaðirnar.