Í Grimsby hava tey kent sviðan av, at íslendska stjórnin legði avgjald á feskan fisk, sum bleiv sendur á bretska marknaðin. Avgjaldið, sum er fimm prosent, kom í gildi í vetur, og síðani er munandi minni fiskur úr Íslandi komin upp á land í Grimsby, skrivar blaðið Grimsby Telegraph.
Blaðið skrivar, at umleið 70 prosent av fiskinum, sum kom upp á land í Grimsby, kom úr Íslandi, men at nú eru fiskakeypararnir nú farnir at keypa norskan fisk ístaðin fyri.
Grimsby er nógv tann størsti fiskivinnubýurin í Bretlandi.