Bretar skulu endurskoða ES-limaskapin

Bretland fer at tingast við ES um at endurskoða treytirnar fyri landsins limaskapi í samveldinum, og síðani skal ein fólkaatkvøða taka støðu til, um treytirnar eru nóg góðar. Tað sigur William Hague, uttanríkisráðharri, (myndin) við BBC.

Tað er David Cameron, forsætisráðharri, sum hevur kveikt orðaskiftið um eina fólkaatkvøðu um treytirnar fyri bretskum ES-limaskapi. Í einari grein í blaðnum Sunday Times skrivar hann, at hann tekur undir við at hava fólkaatkvøðu um spurningin, tá tingingarnar um at endurskoða treytirnar fyri limaskapinum eru lidnar.

Cameron skrivar, at Bretland eigur at fáa eina meiri smidliga og minni trupla støðu í ES enn nú. Hann sigur, at spurningurin er ikki um at fara burtur úr ES ella ikki, men at ein fólkaatkvøða skal gera av, um fólkið er nøgt við viðurskiftini millum Bretland og ES.

William Hague, uttanríkisráðharri, dylur ikki fyri, at eftir hansara tykki fær ES størri ávirkan á innlendis viðurskifti í limalondunum, enn gott er, og at tað eru alt ov nógvar avgerðir, sum skulu takast í felag.

Politiskir eygleiðarar í London siga, at tann konservativi flokkurin kann fáa trupulleikar við tí liberala samstarvsflokkinum, sum er heitur ES-flokkur.