Bretland úr ES í 2019

Tilgongdin at fara byrjar í næsta ár

Í summar atkvøddi Bretland at fara úr evropiska samveldinum, ES.

 

Tað er fyrstu ferð, at eitt land hevur atkvøtt at fara úr samveldinum, ið upprunaliga var eitt handilssamstarv millum Týskland, Frakland, Italia, Holland, Belgia og Luxembourg um stál og kol.

 

Eftir fólkaatkvøðan vísti, at Bretland hevði atkvøtt at fara út, bleiv sagt, at nú skuldi Bretland aktivera tann sokallaða artikkul 50, ið er tað amboðið, sum Lissabon sáttmálin gevur londum at fara úr ES. Tá artikkul 50 er aktiveraður, fer ein tvey ára long samráðing í gond, ið skal áseta treytirnar fyri at fara.

 

Tað hevur verið óvist nær Bretland fer at seta ferð á tilgongdina, men nú sigur Theresa May, forsætismálaráðharri, at hetta verður gjørt í  2017, áðrenn týska valið. Tað vil siga, í seinasta lagi september 2017. Tað vil siga, at eftir øllum døma fer Bretland úr ES í 2019.

 

Samstundis sigur Theresa May, at hon fer ikki at útskriva val í úrtíð, sum mong annars hava spátt. Tað hevði bara lagt afturat allari óvissuni, sum landið longu var í.

 

Hetta skriva Sunday Times í dag.