Tony Blair, forsætisráðharri, fer í dag at boða frá, at Bretland fer at taka 3.000 hermenn heim úr Irak í ár. Tað veit BBC at siga í morgun. Sambært BBC fer Tony Blair seinni í dag at kunngera, at Bretland fer at taka 1.500 hermenn úr Irak um nakrar vikur og 1.500 afturat seinni í ár.
Bretland hevur 7.100 hermenn í Irak, og teir hava støð við býin Basra har suðuri í landsinum, har teir donsku hermenninir eisini eru.
Bretsk bløð skrivaðu annars fyri fáum døgum síðani, at nógvir bretskir hermenn skuldu flytast longur norður í Irak eftir áheitan frá amerikonsku herleiðsluni.