Bretland vann á Lettlandi

Bretland hevur lagt seg á odda í 4-landa kappingini fyri kvinnulandslið í Sheffield. Vertslandið vann 25-20 á Lettlandi, aftaná hálvleiksstøðuna 8-8. Liðini fylgdust leingi í 2. hálvleiki. Støðan var bæði javnleikur 12-12 og javnleikur 16-16. Men so togaði Bretland seg uppá 21-17, og Lettland megnaði ikki at svara aftur. Bretar vóna og vænta at síggja nógvar áskoðarar til avgerandi dystin, sum verður ímóti Føroyum í annaðkvøld kl. 18.30. Um Føroyar vinnur á Bretlandi, og Lettland ikki vinnur ein ov stóran sigur á Turkalandi, so kunnu føroysku kvinnurnar vinna kappingina. Støðan aftaná 2 umfør er hendan:

 

1. Bretland 2 47-33 4

2. FØROYAR 2 45-33 2

3. Lettland 2 43-46 2

4. Turkaland 2 23-46 0