Bretsk ferðafólk deyð í flogvanlukku

Fýra bretsk ferðafólk, sum fóru við flogfari at hyggja at teimum kendu Nazca-myndunum har suðuri í Peru í gjár, doyðu, tá flogfar teirra datt niður. Trý fólk úr Peru, sum mannaðu flogfarið, doyðu eisini.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Peru sigur, at flogskiparin royndi at neyðlenda, men at tað miseydnaðist.

Fyri tveimum árum síðani doyðu fimm fronsk ferðafólk í einari flogvanlukku á somu leið, tá tey skuldu at hyggja at Nazca-strikunum. Hesar strikur mynda skapningar og annað, men tað sæst einans úr erva.

Nazca-strikurnar eru sera væl umtóktar millum fremmand ferðafólk, og á hvørjum ári flúgva fleiri túsund ferðafólk við smáum flogførum uppi yvir økinum.