Bretsk ferðamannaflogfør nær samanstoyti

Tvey flogfør hjá British Airways vóru bert 300 metrar frá hvør øðrum í luftini uppi yvir Wales mikukvøldið

Annað flogfarið var á veg úr Glasgow í Skotlandi til Bristol í Suðuronglandi við 43 ferðafólkum. Í hinum flogfarinum, sum var á veg norður til Newcastle, vóru 22 ferðafólk.
Um sjeytíðina mikukvøldið vóru tey bæði flogførini komin so nær hvør øðrum, at ávaringarskipanin umborð á báðum boðaði frá, at annað flogfar var á somu leið. Ávaringarskipanin umborð á øðrum flogfarinum gav flogskiparanum boð um at fara longur upp, meðan skipanin umborð á hinum flogfarinum bað flogskiparan fara longur niður.
-Ávaringarskipanin gjørdi júst tað, sum hon er ætlað at gera í tílíkum førum, segði ein talsmaður hjá British Airways hóskvøldið.
Bretsku loftferðslumyndugleikarnir hava kortini gjørt av at kanna, hvussu tað kundi bera til, at tey bæði flogførini komu so nær hvør øðrum.
Mánakvøldið doyðu 71 fólk, tá eitt russiskt ferðamannaflogfar og eitt flutningsflogfar stoyttu saman yvir Suðurtýsklandi.