Bertie Armstrong, formaður í Scottish Fishermen's Federation, sigur, at Brexit opnar fyri nógvum møguleikum hjá bretsku fiskivinnuni.
- Við Brexit kunnu lokaløkini, ið liva av fiskivinnu, stýra sínum egnu viðurskiftum nógv meira. Vit hava nú møguleikan at gerast eitt av heimsins leiðandi londum innan framleiðslu og útflutning, sigur Bertie Armstrong.
Bretland gerst eitt strandarland við Brexit. Áðrenn hava teir verið partur við í samráðingum sum partur av ES.