Í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen hevur lopið á bretska herskipið Diamond í Reyða Havinum.
Lopið er á við dronu, men rakettskipanin umborð í bretska skipinum hevur sambært bretum skotið álopsdronuna niður.
Sambært Sky News fekk eingin umborð í bretska herskipinum løstir.
- Slík álop er ólóglig og ikki haldbar, sigur bretska verjumálaráðið í kvøld.
Fyrr í kvøld hevði iranskt stuðlaði houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen ikki tikið ábyrgdina av álopinum á bretska herskipið.
Diamond hevur havt til uppgávu at ferðast kring um í Reyða Havinum í royndini at verja skipaferðsluna í økinum.
Houthi'ararnir siga, at hernaðarligi bólkurin leypir á skip, sum ein stuðul til palestinar í krígsherjaða Gazageiranum.
Uppreistrarbólkurin ávarðar lond, sum stuðla Ísrael og sigur, at skip úr hesum londum kunnu rokna við at verða álopin.
Álopini á altjóða skipaferðsluna í Reyða Havinum hava ført til, at fleiri reiðarí hava valt at sigla langa umvegin suður um Afrika í staðin fyri at sigla gjøgnum Suesveitina.
Hetta tekur sjálvsagt longri tíð, er kostnaðarmiklari og minkar um flutningskapasitetin um hesar leiðir.
##med2##