Bretska stjórnin sigur, at tað er neyðugt at skerja verjuútreiðslurnar, og tí fara næstan 3.000 hermenn at missa arbeiðið í næstum, samstundis sum aðrir 1.000, sum arbeiða í flogvápninum, verða sagdir upp.
Philip Hammond, verjumálaráðharri, sigur við fjølmiðlarnar, at stjórnin hevur einki í at velja, tí at Labour-stjórnin, sum sat frammanundan, økti verjuútreiðslurnar alt ov nógv.
-Tann stóra skuldin, sum vit arvaðu, ger, at vit noyðast at skerja okkara hermannatal, sigur Hammond. Hann legði tó afturat, at avgerðin fær onga ávirkan á bretsku luttøkuna í Afghanistan, har Bretland hevur 9.000 hermenn.