Bretskir hermenn tiknir í Libya

Uppreistrarmenninir í Libya hava tikið nakrar bretskar hermenn til fanga. Tað snýr seg um átta hermenn hjá teirri servandu deildini SAS. Blaðið Sunday Times skrivar, at hermenninir vóru farnir til Libya við einum diplomati, sum skuldi royna at fáa samband við leiðararnar hjá uppreistrarmonnunum.

Uttanríkisráðið í London vil ikki gera nakra viðmerking til tíðindini í blaðnum. Ráðið sigur, at tað vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini. Vanliga ger brestska stjórnin ikki viðmerkingar til tíðindi um SAS-deildirnar.

Sambært Sunday Times skuldi diplomaturin, sum var við teimum átta hermonnunum, fyrireika ein fund, har Bretland og uppreistrarmenninir ætlandi skuldu tosa um diplomatiskt samband millum London og libysku uppreistrarmenninar.