Tað var stutt fyri klokkan 4 í nátt, at ein maður ringdi á politistøðina í Havn og meldaði seg sjálvan fyri at hava brotið inn á apotekið í Havn.
Hann var komin innum, men segði seg einki hava tikið, og var tí farin avstað aftur.
Komin nakað burturfrá, ringdi hann á politistøðina at boða frá, at tað var hann, sum hevði brotið inn, men at hann einki hevði tikið.
Hann fær bót fyri at hava brotið inn við ætlan um at taka okkurt, sum hann sigur seg ikki hava gjørt kortini. Men tað verður kannað.
##med2##