Innbrot í Fisk & Chips eftir pengum

- Ein maður er skuldsettur, og pengarnir eru komnir afturíaftur, sigur løgreglan.

Fyrst í vikuni varð brotið inn í Fisk & Chips á Vaglinum í Havn.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her vórðu pengar stolnir, einar 2000 krónur tilsamans,

 

Løgreglan hevur skuldsett ein mann í málinum, og pengarnir, sum hvurvu, eru komnir afturíaftur.

 

- Vit vita í løtuni ikki við vissu, um aðrir persónar møguliga vóru partur av málinum.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at arbeitt verður víðari við málinum um innbrotið í Fisk & Chips í miðbýnum.