Fríðálvur Jensen
--------------
Eg skal viðganga, at eg eri ikki ein, ið vitjar nógv festivalarnar, tíverri, men tá eg sá navnið Brian Welch á skránni hjá Fjarðafestivalinum, kundi eg ikki lata vera við at reisa meg og fara.
Eg skal viðganga, at tónleikabólkurin KORN hevur fylt rættiliga nógv í mínum heimi, tí tónleikaáhugaði sonurin hevur spælt teirra løg nógv, sum eg og vit sjálvandi ikki kunna annað enn gerast partur av ?
Ikki tí, at eg ikki vil vera partur av teirri sjangruni, men onkuntíð kundi “larmurin” tykjast í so møtumikil, men eg bar yvir, tí míni foreldur og onnur, vóru sanniliga yvirberandi, tá eg legði buldrandi tónleikin við millum annað Uriah Heep á plátuspælaran – ivaleyst mangan ein marra.
Tá eg setti meg í bilin, fekk eg ein kenslu av, at eg skuldi síggja og uppliva eina “legendu” innan heavy metal og alternativa rocktónleikin – tað var júst tað eg kom og sá – ein framúr framførsla, sum vit neyvan síggja og hoyra á føroyska tónleikapallinum á hvørjum degi.
Onkur kann ivaleyst siga, at hetta slagið er bara fyri yngra ættarliðið, men nú eri í teirri støðuni, at mær veruliga dámar at tað verður sett dampur undir rútmurnar, so her sá eg meg kunna fáa eina tónleikaliga uppliving, sum eg sanniliga fekk.
Vit beiggjarnir vóru partur av nógvum tí tónleikaliga, sum ivaleyst hevur ríkað tónleikin innan føroysku samkomurnar, sum vit sjálvandi kunnu fegnast um.
Ein nýggj byrjan
Eftir konsertina keypti eg fløguna hjá HEAD og havi lagt oyrað til mongu vælleiktu løgini, sum bera ein serligan boðskap.
Talan er um eitt menniskja, sum var komið so langt út, at tað veruliga bara var talan um tvey alternativ – at taka seg sjálvan av døgum ella at senda eitt róp til himmalska faðirin um at loysa seg frá mongu rúsandi evnunum.
Sum hann sjálvur sigur, var hann komin so langt út, at tað var ein spurningur um at víga sítt lív til dóttrina, eftir at mamman var fallin í rúsandi ringrásina, har tað ikki var brúka fyri øðrum enn henni sjálvari.
Eg eri sera fegin um eina slíka uppliving og ein boðskap, sum vit ØLL kunnu taka til okkara.
Tað fantastiska er, at Brian vann seg úr trupulleikunum, men harvið er ikki endi á hansara tónleikaligu evnum og framførslum – sum vit øll fingu eina kenslu av.
Takk fyri!