Brian Jakobsen til B36

B36 og Brian Jakobsen hava undirskrivað sáttmála, sum knýtir vandamikla áleyparan til B36 næstu tvey árini. Hetta hevur In.fo skrivað fyrr, men ikki fyrr enn í kvøld er skiftið váttað. Helst verður Árni Frederiksberg eisini kunngjørdur í vikuni.

 

Les eisini: Vit gita Brian og Árni til B36

 

- Mær hevur altíð dámt væl spælistílin hjá B36, har nógvir málmøguleikar verða skaptir. Sjálvur flyti eg nú til Havnar, og skuldi eg velja millum B36 og HB til mína fótbóltsframtíð komandi árini, so var eingin sum helst ivi. So alt í alt rokni eg við, at hetta verður ein spennandi uppliving saman við nógvum góðum spælarum, sigur Brian Jakobsen við heimasíðuna hjá B36, sum leggur afturat:

 

- Brian, sum er 26 ára gamal, hevur í fleiri ár markerað seg sum ein vandamiklan harra í føroyskum fótbólti, og tað fer hann vónandi eisini at gera, nú hann fer at spæla í hvítum. Í øllum førum heldur hann, at B36 er eitt felag, sum hóskar væl til sín, skrivar B36.fo.

 

Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen og Odmar Færø halda ikki fram í felagnum.