Bridgeferð við Norrönu

Fríggjamorgunum 26. mai skipar Smyril-Line fyri bridgeferð við Norrønu.

Fríggjamorgunum 26. mai skipar Smyril-Line fyri bridgeferð við Norrønu. Hetta er eitt afturvendandi tiltak sum skipað verður fyri á hvørjum ári. Umborð á Norrønu skipar Per Kallsberg fyr ymiskum bridgekappingum. Spælararnir, sum hava verið við undanfarin ár lata væl at ferðini og enn eru pláss eftir til ferðina í ár. Øll, ið hava hug at spæla brigde kunnu tekna seg til Bridgeferðina. Tekning fer fram á Smyril-Line. Fyriskiparin biðjur fólk tekna seg skjótast gjørligt, soleiðis at hann veit hvørjar kappingar hann skal skipa fyri. Vinningar verða latnir til vinnandi pørini.