Bringumynd av Jógvan Waagstein avdúkað í dag Klaksvík

Í dag klokkan 16 verður ein standmynd av Jógvan Waagstein, fjøllistamanni avdúkað í Klaksvík.

Tað er Norðoya Sparikassi, sum saman við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri.

Jógvan Waagstein varð føddur í Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen, lærari og deknur úr Gerðum í Klaksvík og Mariu Fredrikku, f. Olsen av Toftanesi í Leirvík. Hon var ein mentað og gudrøkin kvinna. Fleiri eru tey, ið siga, at listagávur Waagsteins eru arvaðar av Toftanesi.

Jógvan Waagstein var giftur við Elsebeth Súsannu, f. Dahl úr Vági.

Jógvan Waagstein var ein fjølbroyttur listamaður. Umframt sítt lívsstarv sum lærari tókst Waagstein við nógv ymiskt mentanarligt arbeiði, millum annað var hann nótauppteknari, komponistur, listamálari og urguleikari í Havnar kirkju.

Hann stóð í mong ár fyri Havnar Fimleikafelag og stjórnaði eisini Havnar Sangfelag. Ímillum løgini, hann hevur gjørt, kunnu nevnast: »Í búri«, »Tíðin rennur sum streymur í á«, »Hann rann sær kátur« og »Ein skortlitt kúgv við garðalið«.

Jógvan Waagstein var eisini ein virkin listamálari. Motivini eru tey allarflestu landsløg og bygdaløg í Føroyum. Hann hevur m.a. málað altartalvurnar í Árnafirði, Mikladali og í Hovi.

Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna vilja við tiltaki, sum fer fram fríggjadagin 31. mai kl. 16, heiðra hesum mentamanninum, Jógvan Waagstein.

 ##med2##

SKRÁ fyri hátíðarløtu - JÓGVAN  WAAGSTEIN 140 ÁR Í  2019

Dagur: Fríggjadagur 31. mai 2019 kl. 16.00 - 17.30

Stað: Miðhøllin á Skúlatrøð

Vertur: Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentarnevndini, bjóðar vælkomin

Kirkjukórið í Christianskirkjuni syngur “Dimmið” - Lag: Jógvan Waagstein

Andras Sólstein, savnsleiðari, sigur frá um Waagstein

Tónlistaskúlin spælir “Tíðin rennur sum streymur í á”,  við klassiskum ljóðførum.

Gulla Øregaard, abbadóttir Waagstein, fortelur um abba sín, Jógvan Waagstein

17 Sangarar, "Vár við lýggjum vindi" - Lag: Jógvan Waagstein

Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, hugleiðir um løtur saman við Jógvan Waagstein

Ingibjørg Hansen og Magni Husgaard, “Í búri”- Lag: Jógvan Waagstein

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa tekur samanum og bjóðar yvir í býarlundina

 

Stað: Býarlundin, við minnisvarðan

Alex Sólstein, Andras Sólstein og limir úr Klaksvíkar hornorkestri spæla “Signaða sól”

 - Lag: Jógvan Waagstein

Gulla Øregaard avdúkar bringumyndina av Jógvan Waagstein

Felagssagur "Tíðin rennur um streymur í á" - Lag: Jógvan Waagstein

Norðoya Sparikassi bjóðar kaffi og okkurt afturvið – um veðrið ikki er til vildar, verður boðið kaffi í torg 4 framman fyri skúlakøkin.

 

 

 

 

 

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 8pt; line-height: 107%; font-size: 11pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-size: 11pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoPapDefault { margin-bottom: 8pt; line-height: 107%; }div.WordSection1 { }