Britney skal spæla Britney

Eftir í langa tíð at hava stríðst við nógvum persónligum trupulleikum, sær Britney nú út til at vera komin yvir ringastu tíðina í lívi sínum. Nú skal hon tó til at enduruppliva alt, tá ið hon sjálv hevur høvuðsleiklutin í einum nýggjum filmi um egnu trupulleikar sínar.

 

Væl umtókti bretski leikstjórin Phil Griffin stendur fyri hesi verkætlan og eftir at Britney fekk sera góð ummæli fyri gestaleiklut sín í sjónvarpsrøðini ?How I Met Your Mother?, skal hon nú spæla seg sjálvan.

 

- Hetta verður filmurin, øll fara at vilja at síggja. Hann verður myrkur, djarvur og fer at greiða frá oyðileggjandi niðurtúrunum hjá Britney. Lat meg bara siga, at hann ikki er ætlaður smáum børnum at síggja, sigur Griffin.