Eitt av heimsins størstu eindags tiltøkum, stóra finalan í amerikanskum fótbólti – Super Bowl – hevur verið í nátt føroyska tíð. Í Super Bowl hesaferð, sum var hin 50. í røðini, spældi Carolina Panthers, sum einans hevði tapt ein dyst hetta kappingarárið, ímóti Denver Broncos.
Tað var Denver Broncos, sum legði best frá landi og umvegis eitt field goal tryggjaði sær eina 3-0-leiðslu. Hendan leiðslan varð økt til 10-0 løtu seinni, tá ið stinna Broncos-verjan við Von Miller syrgdi fyri einum fumble, return og touchdown.
Carolina Panthers og Cam Newton høvdu tað trupult ímóti Broncos-verjuni í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist Jonathan Stewart at minka um munin til 10-7 við einum 1-yard run áðrenn Brandon McManus sparkaði eitt field goal til hálvleiksstøðuna, 13-7 til Denver Broncos.
Seinni hálvleikur byrjaði illa hjá Carolina Panthers og serliga kickaranum Graham Gano, sum misnýtti field goal-roynd úr 44 yards áðrenn kappingarneyti hansara, Brandon McManus, í mótsatta enda tók av sínum møguleika og økti til 16-7 til Denver Broncos.
Ikki fyrr enn í seinasta quarter eydnaðist tað Carolina Panthers at minka um munin, men einans trý stig bleiv tað til, og so var støðan 16-10. Ímóti dystarenda syrgdi verjan hjá Denver Broncos fyri at stjala bóltin fyri fjórðu ferð, og hetta legði lunnar undir Super Bowl-sigurin, sum teir í Denver at enda vunnu 24-10.
39 ára gamli Peyton Manning, sum í kvøld gjørdist elsti byrjandi quarterback í Super Bowl-søguni, hevur nú vunnið eins nógvar Super Bowl-ringar sum lítlibeiggi sín í New York Giants, 35 ára gamli Eli Manning. Teir báðir, sum eru synir somuleiðis kenda quarterbackin, Archie Manning, hava vunnið tvær í part.
Hetta var triðju ferð, at Denver Broncos vann Super Bowl. Hinir báðir Super Bowl-sigrarnir vóru í 1997 og 1998 við navnframa John Elway á odda, sum í dag – 55 ára gamal – framvegis er ein týðandi partur av felagnum, har hann starvast sum ítróttarstjóri og harafturat er varaforseti.