Bronsa til Pál Joensen

Pál Joensen hevur enn eina ferð vunnið eitt altjóða heiðursmerki

Pál Joensen vann sær fyri løtu síðani enn eitt altjóða heiðursmerki, tá ið hann á World Cup stevnuni í Dubai svam 15:08.90 í 1500 metra frísvimjing, og harvið vann bronsu aftanfyri tjekkiska Jan Micka, og ukrainska Mikhailo Romanchuk.

 

Tað skrivar svimjing.com í dag. Fyrstu kappingarnar vóru í gjár og tá luttóku Pál Joensen og Óli Mortensen í 400 m frí, meðan Alvi Hjelm svam í 400 m blandað.

 

Eingin teirra megnaði at hevja seg millum teir fremstu. Pál endaði nummar 11 og Óli nummar 29 av teimum 51 luttakarunum í 400 m frí, meðan Alvi endaði nummar 12 av teimum 19, sum svumu 400 m blandað, skrivar heimasíðan svimjing.com.