Fótbóltur
Góða gongdin seinastu vikurnar hevur hildið lív í dreyminum hjá klaksvíkingum um, at tað ? hóast tað leingi gekk av skriðuni ? skuldi eydnast at fáa heiðursmerkir, nú teir júst eru farnir um tey hundrað.
Sunnudagin hvarv vónin um, at dreymurin skal gerast til veruleika. KÍ var í Vági, og har eydnaðist tað heimaliðnum at vinna triðja heimasigurin síðani summarsteðgin og fjórða heimasigurin í hesum kappingarárinum.
Illveðursdystur
Líkindini vóru út av lagi vánalig at spæla fótbólt í. Vindurin var heilt nógvur, og Vágseiði lá undir í sjóroki. Undan dystarbyrjan varð møguleikin at útseta nevndur og kanska at spæla mánakvøldið. Men serliga klaksvíkingar settu uppá, at dysturin skuldi avgreiðast.
Undir sovornum líkindum var tað eingin møguleiki at fáa rættuligt fótbóltsspæl í lag. VB hevði nógva vindin undan í fyrra umfarinum. Tá fingu teir eitt mál, og teir høvdu góðar møguleikar at fáa fleiri.
Mindaugas hevði tveir góðar møguleikar, tá ið hann varð einsamallur. Í øðrum førinum eydnaðist honum at senda framvið unga KÍ málverjanum, Mathiasi Samuelsen, men Niclas Niclassen fekk beint burtur á strikuni. Og í hinum førinum fekk Mindaugas gult kort burturúr, tá ið hann í leysari støðu fór framvið málverjanum og fór um koll. Í staðin fyri brotssparki bríkslaði Petur Reinert, sum eftir útbúgving á flatlondum er komin aftur á klettarnar og aftur er farin at døma, fyri frísparki til KÍ.
Einasta málið í 1. hálvleiki skrásettidómarin sum sjálvmál. Úr eitt sindur til høgru og einar tjúgu metrar úr málinum sendi Milan Kulic flatt fríspark móti KÍ málinum. Dómarin hevði armin á lofti, tí talan var um óbeinleiðis fríspark, sum dómarin hevði dømt fyri vandamikið spæl. Um bólturin hevði farið í málið, uttan at nakar hevði nortið við hann, so hevði dómarin havt dømt málspark. Men ungi KÍ málverjin mundi ikki hava fatað støðuna rætt. Hann tveitti seg eftir bóltinum og fekk fatur á honum, men hann var so óheppin at missa hann inn um strikuna, og so var mál.
Tá ið seinna umfarið var bara fimm minuttir gamalt, misti VB ein mann. Mindaugas gjørdist einsamallur, men KÍ málverjin bjargaði. Tá ið hann so misti bóltin aftur, royndi Mindaugas at fáa fatur á aftur, men hann rakti málverjan í armin. Dómarin bríkslaði fyri frísparki, og tá ið onkrir av klaksvíkingunum vóru í nánd av VB álopsmanninum, skumpaði hann ein um koll, og so var einki annað hjá dómaranum at gera enn at fara í reyvalumman.
Men tað bilti ikki hjá VB, at teir vóru undirmannaðir. Jón Pauli Olsen, sum var á sentrala miðvøllinum saman við Milan Kulic, gekk undan, og hóast tað ikki bar til at fáa stórvegis av skipaðum spæli í lag, so var VB omaná. Teir dugdu ímóti vindinum at leggja bóltar framum um KÍ verjuna, og í einum sovornum snarálopi fingu teir mál. Símun Samuelsen gjørdist leysur eitt sindur til vinstru, og hann setti framvið KÍ málverjanum.
Tamir í saltinum
Klaksvíkingar vóru rættuliga tamir. Teir á heimaliðnum vóru ágrýtnari, teir vunnu flestu nærdystirnar, og teir vóru fyrri á flestu returbóltunum. Tað er ikki minst týdningarmikið, tá ið líkindini vóru, sum tey vóru hesa ferð.
Klaksvíkingar høvdu kortini sínar møguleikar, men teir fingu einki burturúr. Besta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Atli Danielsen, tá ið hann eftir hornaspark royndi seg við stútara. Men Poul N. Poulsen bjargaði á málstrikuni.
Í 2. hálvleiki var besti KÍ møguleikin, tá ið Arnhold Joensen sendi framvið Bjarna Johansen, men bólturin streyk framvið skeivu megin stólparótina.
Á dómaraseðlinum er ikki viðmerkt, nær útskiftingarnar vórðu framdar. Tað vóru ikki líkindi at skriva, skilja vit á lagnum!