Stórur munur er á liðunum í Sunset-kappingini í hondbólti hjá kvinnum, og tað ger, at tað er meiri sjáldsamt millum teir tættu og spennandi dystirnar, har ilt er at meta um úrslitið frammanundan. Dystirnir, ið eru nú um vikuskiftið, tykjast rættuliga upplagdir, men oddaliðið Stjørnan kann tó vænta sær harða mótstøðu.
Søljan stríðist fyri bronsuni
Aftur í ár eru tað Stjørnan úr Klaksvík og VB úr Vági, ið liggja og berjast um gullið. Hesi bæði lið hava verið tey sterkastu í føroyskum kvinnuhondbólti seinnu árini, og tey eru eitt vet betur enn hini liðini. Tað kemur valla fyri, at hesi bæði lið missa stig móti øðrum liðum, og tí verður kappingin um meistaraheitið so at siga hvørja ferð avgjørd í innanhýsis dystum millum júst hesi bæði lið.
Tað kann tó koma fyri, at okkurt av hinum liðunum ger ein vørr móti antin Stjørnuni og VB. Hetta sóu vit til dømis herfyri, tá ið Neistin var á odda 20-15 móti Stjørnuni góðar tíggju minuttir fyri leiklok, men við einum øgiligum endaspurt eydnaðist tað Stjørnuni at vinna 21-20.
Tey bæði lið, sum best eru før fyri at geva oddaliðunum báðum harða mótstøðu er júst Neistin og Søljan. Tá ið so havt verður í huga, at avrikini hjá Stjørnuni ikki hava verið serliga sannførandi í seinastuni, so er ikki óhugsandi, at Søljan kann geva klaksvíkskvinnum ein skarpan gang. Vágaliðið liggur eisini og berjist við Neistan um bronsuplássið, og hvørt stig er kærkomið í stríðnum um bronsuna.
VB eisini á heimavølli
Eisini hitt oddaliðið, VB, er á heimavølli í vikuskiftinum. Vágskvinnur fáa vitjan av VÍF í Vági, og her er einki at ivast í, at tað er heimaliðið, sum er greiður favorittur at vinna dystin. VÍF er eitt miðallið í kappingini, og tær megna neyvan at gera nakað sum helst við VB á útivølli.
Avrikini hjá VB hava eisini verið rættuliga sannførandi í seinastuni, og har tykist ikki verða nakar slingur í valsinum í striðnum um føroyameistaraheitið.
Seinasti dysturin í Sunset-kappingini um vikuskiftið verður í Havn sunnudagin, har Neistin fær vitjan av botnliðnum Tjaldur. Hetta verður samstundis fyrsta høvi hjá nýggja Neistavenjaranum, Inga Olsen, at standa á odda fyri liðnum, nú hann hevur loyst danan Flemming Raben av, og á júst hesin dysturin er neyvan tann truplasti hjá Inga at leggja til brots við.