Brot á avtalu í samgonguni

? Verður undirsjóvartunnilin undir Skopunarfjørð skumpaður afturum tunnilin ímillum Skálafjørð Havnina, er tað brot á avtalu í samgonguni, sigur Gerhard Lognberg

Sandoyartunnil

? Tað kann ikki koma uppá tal, at undirsjóvartunnilin undir Skopunarfjørð skal skumpast afturum undirsjóvartunnilin ímillum Skálafjørðin og Havnina.
Tað sigur Gerhard Lognberg, javnaðartingsmaður úr Sandoy.
Tað hevur altíð ligið í kortunum, at tá ið Norðoyatunnilin var liðugur, skuldi undirsjóvarunnil til Sands verða næstur í røðini.
Men hesa raðfesting sáddi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, iva um í Útvarpi Føroya í farnu viku.
Har segði hann, at hann ivast ikki í, at undirsjóvartunnil kemur í Sandoynna, men at spurningurin er, nær hann kemur og tað varð ikki útihýst, at undirsjóvartunnilin ímillum Skálafjørð og Tórshavn varð tikin framum.

Brot á avtalu í samgonguni
Gerhard Lognberg sigur, at verður Sandoyartunnilin skumpaður afturum, er tað rætt og slætt brot á avtalur í samgonguni og tað fer hann ikki at góðtaka.
? Tað hevur altíð verið sagt, at eftir Norðoyatunnilin skuldi farast í holt við Sandoyartunnilin.
? Eftir tilsøgnina um at parkera Listaskúlan til frama fyri Sandoyartunnilin, vórðu 500.000 krónur settar til kanningar.
Gerhard Lognberg sigur, at hann fer at krevja at peningurin eisini verður settur av til forkanningar næsta ár.
? Fái eg ikki tað, fari eg at taka tað sum at eg havi fingið ein rættiliga frammaná.
Hann sigur, at tað varð umrødd, at fólkagrundarlagið undir Sandoyartunlinum var ikki nóg mikið til at fíggja s Sandoyartunnilin, hóast Suðuroy verður tikin uppí soleiðis at Smyril skal sigla til Sands og síðani verður koyrt haðani til Havnar.
? Tað vita vit onki um, tí ongar kanningar eru gjørdar. Men tað fer at fáa ómetaligan økismenningarligan týdning, bæði fyri Sandoy og Suðuroy, at fáa Sandoyartunnilin gjørdan .
Hann spyr eisini um Eysturoyartunnilin ikki er ein luksustrupulleiki, tí har eru breiðir og góðir vegir frammanundan.
Tað hevur verið ført fram, at Skálafjarðartunnilin er privatur, men javnaðartingmaðurin í Sandoy setir spurnartekin við, hvussu privatur hann verður, tá ið avtornar.
Gerhard Lognberg sigur, at hann nú fyrst og fremst fer at tosa við floksfelagarnar í javnaðarflokkinum um støðuna og síðani við samgonunguna alla.
Og tað verður tað fyrsta hann fer at gera, nú tingið kemur saman aftur.
Hann vísir eisini á, at valfeløgini hjá javnaðarflokkinum , sambandsflokkin um og fólkaflokkinum í Sandoynni góðtóku at parkera ætlaða listaskúlan á Sandoynni við teirri treyt, at skjøtil verður settur á undirsjóvarunnilin ístaðin, tí tað sóu teir sum ta størra framstigið fyri Sandoynna.
Kortini heldur Gerhard Lognberg ikki, at tað hevur nakað endamál hjá honum einsamøllum at hótta við samgongusliti í eini so stórari samgongu.