Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International lýsir mannarættindabrot í 141 londum.
Fimti ár aftaná at Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi varð samtykt, bíða offrini fyri mannarættindabrotum framvegis eftir at síggja heimin uttan miskunnarloysi og órættvísi, sum stjórnirnar lovaðu í 1948, segði Amnesty International í dag, tá ársfrágreiðingin varð útgivin.
Ársfrágreiðingin, ið umfatar mannarættindabrot í 141 londum í 1997, lýsir misgerðir, framdar av stjórnum og vápnaðum andstøðubólkum, sum umfata dráp, tortur, ?hvørvingar? og fongsling av samvistkufangum.
?Fyri flestu fólk í heiminum er Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi lítið annað enn tað,ið eitt pappír lovar,? segði Pierre Sané, aðalskrivari í Amnesty International.? Eitt lyftið, ið ikki er hildið fyri tær 1,3 millionirnar av fólkum, sum stríðast fyri at yvirliva fyri minni enn 1 US$ um dagin; fyri tey 35.000 fólkini, sum hvønn dag doyggja av føðslutroti og sjúkum, ið kunnu fyribyrgjast; fyri tær milliónirnar av vaksnum, flestu teirra kvinnur, sum hvørki duga at lesa ella skriva; fyri teir samvitskufangar, sum sita í fongslum í helminginum av heimsins londum, og fyri torturoffrini í einum triðingi av heimsins londum.?
Drivnar av politiskum sjálvsókni og egnu áhugamálum halda stjórnirnar á at traðka á rættindini hjá borgarum teirra fyri at varðveita valdið og framíhjárættindini hjá teimum fáu. Lutfalsliga nýtt og ógvuliga skelkandi er, at nakrar stjórnir royna at umbera hesa framferðina við at seta spurningar við tað grundsjónarmiðið, at mannarættindareglurnar, soleiðis sum tær eru lýstar í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi, eru algildar og ósbýtiligar.
Túsundtals mannarættinadaverjar kring í heiminum mótmæla hesum sjónarmiðum, sum stjórnir teirra bera fram - tað eru bæði menn, kvinnur og børn, sum vága lív teirra fyri at verja og fremja mannarættindi hjá øðrum. Mong teirra eru dripin, ?horvin?, fongslaði og pínd fyri arbeiði teirra, og Amnesty International vígir hesum djørvu einstaklingum ársfrágreiðingina í ár.
Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi hevur verið nevnd ?heimsins best fjalda loyndarmál?, hóast stjórnir samdust um í 1948, aktivt at virka fyri henni allastaðni, har tað var gjørligt?, segði Pierre Sané. ?Okkara átak fyri at fremja Yvirlýsingina um Mannarættindi , sum heldur fram til 10. desember fer vónandi at broyta hetta.
?Øll skylda vit øllum offrunum, familjum teirra og framtíðar ættarliðum at vissa um, at tey næstu 50 árini veruliga uppliva, at lyftið um ein betri heim verður útint.?
Í 1997 próvførdi Amnesty International uttanrættarligar avrættingar í 55 londum og rættarligar avrættingar í 40 londum. Samvistkufangar vóru í fongsli í minst 87 londum. Felagsskapurin skrásetti torturmál í 117 londum og ?hvørvingar? í 31 londum. Tó trýr Amnesty International at røttu tølini í øllum hesum førunum eru nógv størri.
Høvuðspunkt úr heimspørtunum
Afrika
Í 1997 førdu áhaldandi vápnaðir samanbrestir og framhaldandi sosial og politisk órógv til skelkandi mannarættindabrot í Afrika. Fá fingu ábyrgdina fyri hesi misbrot, og gerningsmenninir hildu órevsaðir á. Í Great Lakes økinum vóru hópdráp umfatandi, og mannarættindastøðan versnaði framhaldandi. Í demokratiska tjóðveldinum Congo forðaði nývalda stjórnin kanningunum hjá Sameindu Tjóðunum um blóðbaðini í landinum. Í Liberia vísti Amnesty á tørvin fyri at kunna staðfesta ábyrgd og fyri at endurreisa stovnar til at tryggja rættartrygdina og altjóða mannarættinda standardar.
Torturur, tørvur á læknahjálp og ræðuligar, ómenniskjaligar ella mannminkandi fongsulsumstøður varð hildið at vera orsøkinar til, at hundraðtals fólk doyðu í 14 londum. Frælsi til at úttala seg og frælsi til at vera í felagsskapum vóru álvarsliga skerd, og í 27 londum sótu samvitskufangar ella møguligir samvitskufangar í varðhaldi. Runt í Afrika gjørdist tjakið um syndarligu avleiðingarnar av kvinnuligari umskering eitt átroðkandi mál , ið førdi við sær víttfevnandi órógv.
Norður- og Suðuramerika
Mál um tortur, ringa viðferð, ?hvørvingar? og uttanrættarligar avrættingar vóru regluliga fráboðaði úr Norður- og Suðuramerika, har mannarættindaverjar og tíðindafólk, sum meldaðu hesar og aðrar misgerðir, ofta sjálvi gjørdust offur. Ì Argentina og Mexico vístu mál um hóttanir, har tíðindafólk ferð eftir ferð vóru hótt við lívinum, at trygdardeildirirnar annahvørt vóru beinleiðis uppií hóttanunum ella vóru vitandi um tær.
Í Mexico, har Zedillo forseti økti um luttøkuna av herinum, tá lógir vóru tvingaðar ígjøgnum, varð ein týðilig økjan av torturmálum, ?hvørvingum? og uttanrættarligum avrættingum, framdar av limum í trygdardeildunum ella av paramiliterum bólkum. Ì Cuba varð hildið, at fleiri hundrað samvitskufangar vóru fongslaðir, tí at stjórnin hjá Fidel Castro helt á við at rættvísgera kúgan av politiskari ósemju orsakað av áhaldandi illvilja frá USA. Høvuðsoffrini , orsakað av ótryggu fíggjarstøðuni í Colombia, vóru framvegis sivil fólk, serliga bøndur í ófriðarligum pørtum í landinum. Hundraðtals fólk vórðu dripan av trygdardeildum ella paramiliteriskum bólkum, og minst 140 fólk ?hvurvu? aftaná at hava verið hildin í varðhaldi.
Asia
Undir 50 ára haldinum fyri Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi vóru mótmæli móti , at mannarættindareglurnar eru algildar og óbytiligar, vanlig gjøgnum alt Asia- Kyrrahavsøkið.
Amnesty International stúrdi serliga fyri teimum avleiðingum, sum fíggjarkreppan í mongum londum hevði á mannarættindastøðuna. Bólkar, íð vóru fíggjarliga illa fyri, fremmandaarbeiðarar, og etniskir minnilutabólkar, merktu øll avleiðingarnar av politisku og fíggjarligu óvissuni.
Verkamenn í Kina, sum mótmæltu korruptiónin, vórðu løstaðir av løgregluni og fleiri vórðu handtiknir. Í Indonesia fór óhefti fakfelagsmaðurin Muchtar Pakpahan undir at sita sín 4 ára dóm fyri friðarliga virksemi sítt, og sjálvstøðug ákæra er eisini reist móti honum fyri kollveltandi virksemi. Herurin í Myanmar hevur ábyrgdina av uttanrættarligum avrættingum, tvingsulsflytingum og píning av etniskum minniliutum.
Sagt er frá um túsundtals fólki, sum eru fongslaði fyri teirra etniska uppruna ella ?ó-islamisku? framferð í Afghanistan, har torturur og ring viðferð eru víttfevnandi. Tíggju túsundtals kvinnur eru framhaldandi afturhildnar í heimum teirra av Taleban fyriskipanini. Í Cambodia vórðu minst 16 fólk dripin í einum granatálopi á eina friðarliga mótmælisgongu í mars, og stjórnardeildir drupu tilvildarliga meira enn 43, sum vóru mistonkt fyri at stuðla andstøðuni aftaná juli-kvettið.
Australia fór undir lóggávu, sum effektivt loyvir myndugleikunum at seta til viks allar mannarættindsáttmálar, sum áður vórðu staðfestir av stjórnini.
Europa
Torturur og mishandlingar framd av trygdardeildum, løgregluni ella statsmyndugleikum vóru framvegis vanligastu mannarættindabrot, sum sagt er frá í Europa. Boðað er frá málum úr 28 londum. Offur doyðu aftaná tortur í minst fimm europeiskum londum í 1997; kortini vóru onkrar positivar broytingar í heimspartinum.
Í oktober undirskrivaði Yeltsin, forseti, eina fyriskipan, sum ber við sær stig fyri stig ábøtur av fongsulsskipanini í Russiska Samveldinum, har mál um tortur og mishandlingar, framdar av yvirmonnum innan løgregluna og herin, vórðu regluliga fráboðað. Í Turkalandi, har torturur framhaldandi var víttfevnandi, hevði ein lóg, sum stytti um tíðina, ið løgreglan hevði loyvi til at hava fólk í varðhaldi í landspørtum í undantaksstøðu, positiva ávirkan. Kortini sótu mong framvegis í avbyrgdum fangaholum, har tey eftir øllum at døma vórðu pínd. Umleið 1,4 milliónir av fólki úr Bosnia-Herzegovina vóru framhaldandi flóttar ella vóru flutt innanlands orsakað av ófriði, ella tí at tað ikki var nóg trygt fyri tey at venda heimaftur.
Miðeystur
Í 1997 vórðu túsundtals fólk fyri regluligum torturi ella ólógligum avrættingum, og fingu noktað minstamát av rættvísi. Hundraðtals mál um órættvorðna rættarferð vórðu fráboðaði úr flestu londum í Miðeystri og Norðurafrika. Tað viðførdi víttfevnandi mannarættindabrot og eina týðandi øking av deyðadómum og avrættingum.
Í oktober kom Amnesty International saman við øðrum mannarættindafelagsskapun við eini felags áheitan um at kanna mannarættindastøðuna í Algeria. ST nevndin móti torturi staðfesti, at avhoyringarhættir, ið nýttir vórðu í Ísrael, vóru torturur.
Ræðuligar og ómenniskjaligar rættarligar revsingar so sum amputatiónir, fleingjan og steining vórðu álagdar í fleiri londum við Flógvan, teirra millum Iran, Saudi Arabia og Yemen.Í Ras al-Khaimah (Sameindu Arabisku Emiratunum), vórðu ein kvinna úr Sri Lanka og ein maður úr India dømd til ávikavist 130 og 90 koyrilsløg. Revsing við fleingjan varð víðkað til ferðslulógarbrot og biddan. Í Egyptalandi styðjaði hægstirættur avgerðini um at banna kvinnuligari umskering at vera framd á landssjúkrahúsunum.