Skálvíkingurin Jensjohn Jakobsen hevur júst latið sína fyrstu solo fløgu út í Føroyum.
Hann hevur búð í Danmark seinastu 18 árini, har hann hevur spælt gittar og sungið í fleiri bólkum, eitt nú kan nevnast "White Burst".
-Eitt sum vit ofta hoyra frá tónleikarum uttanlanda er, at teir hava ein stóran longsul ella innarligan tørv eftir at smíða føroyskan tónleik, skrivar plátufelagið TUTL í tíðindaskrivi.
Motivini eru ymisk, eins og boðskapurin. Tað er væl kent, at nostalgin og tjóðskaparkenslan er stór, tá ein er burturstaddur. Hinvegin fáa útisetar sett heimstaðin í perspektiv, og fáa sett orð og lýsingar á landið og smásamfelagið.
Jensjohn skrivar um brotnan kærleika, ótolsemi í samfelagnum, átrúnað, longsul til heimstaðin og drukk.
Hann hevur skrivað og smíðað øll 9 løgini. Sjangran er amerikana/folk.
Løgini eru hesi:
Kvirra
Jacob
Inn ímillum
Ein køld
Undir sólarhita
Um tú vildi
Tú kalladi meg hund
Hvíthamar
Lívið lær
(Sí eisini video)