Brotsmaður fjaldi seg í 16 ár

Í 16 ár hevur løgreglan í Grikkalandi leitað eftir Nikos Palaiokostas, sum flýddi úr einum fongsli í 1990, har hann sat dømdur fyri fleiri innbrot.
Griksk bløð skriva, at løg­reglan kom fram á Palaiokostas í býnum Vioti nakað norðan fyri høvuðsstaðin Athen. Løg­reglan hevði sett eina vegabyrging upp, men tann eftirlýsti brots­maðurin koyrdi ígjøgnum byrgingina, og 10 vápnaðir løgreglumenn fóru aftan á honum. Brotsmaðurin steðgaði ikki kortini, fyrr enn hann misti harradømið á bilinum. Hann varð alt fyri eitt lagdur í hondjørn og fluttur til Athen.
Løgreglan hevur ill­gruna um, at tað var Nik­o Palaiokostas, sum burtur­flutti handilsmannin Alex­andros Haitoglou í 1995. Handilsmaðurin varð seinni latin leysur, men tá høvdu skyldfólk hansara goldið burturflytaranum góðar tríggjar milliónir krónur í loysigjaldi.
Grikska løgreglan hev­ur fleiri ferðir verið í hølunum á Palaiokostas. Fyri nøkrum árum síðani mundi løgreglan fingið fatur á honum, men hann slapp til rýmingar í síðstu løtu.