B36 hevur í kvøld havt vitjan av Linfield úr Norðurírlandi í fyrsta umfari í Champions League. Fyrsti dysturin endaði við málleysum javnleiki í Belfast, og við hesum hevði B36 eitt gott útgangsstøði til heimadystin í kvøld.
B36 var betra liðið í fyrra hálvleiki og spældi seg fram til fleiri góðar málmøguleikar. Linfield fekk hinvegin ikki pláss at spæla sítt spæl og vóru teir lítið vandamiklir. Neyvleikin var ikki til staðar hjá nøkrum av liðunum og endaði fyrri hálvleikir málleysur.
Í seinna hálvleiki var dystargongdin sera jøvn og hvørja ferð liðini royndu seg, fór bólturin annaðhvørt upp um ella við síðuna av málinum. Í longdu leiktíðini var støðan tað sama, hóast liðini fingu ein risa møguleika í part.
Greitt var, at B36 og Linfield høvdu spælt fótbólt í 210 minuttir uttan at fáa mál, og tí mátti brotssparkskapping avgera hvat av liðunum skuldi víðari til Champions League. Her stóð Linfield seg betri og vann 4-3. Klæmint Matras og Lukasz Cieslewicz misnýttu brotsspørkini hjá B36.
Sí hagtøl og beinleiðis dystarfrásøgn niðanfyri:
B36 - Linfield 0-0 (Linfield vann brotssparkskappingina 4-3)
Brotssparkskapping
1. brotsspark: Klæmint Matras misnýtir, støðan er 0-0!
2. brotsspark: Jim Ervin skorar, støðan er 1-0 til Linfield!
3. brotsspark: Atli Danielsen skorar, støðan er nú 1-1!
4. brotsspark: Gary Browne skorar, støðan er 2-1 til Linfield!
5. brotsspark: Súni Olsen skorar, støðan er nú 2-2!
6. brotsspark: Michael Carvill skorar, støðan er 3-2 til Linfield!
7. brotsspark: Róaldur Jakobsen skorar, støðan er nú 3-3!
8. brotsspark: Brian McCaul skorar, støðan er 4-3 til Linfield!
9. brotsspark: Lukasz Cieslewicz misnýtir og Linfield vinnur brotssparkskappingina 4-3!
Longda leiktíðin er av: Mark McAllister fekk ein risa, risa stóran møguleika í síðstu sekundunum. Hann stóð púra leysur fimm metrar frá málinum, men Meinhardt Joensen streyk úr málinum og stórbjargaði. Fá sekund seinni blásti dómarin dystin av. B36 og Linfield hava spælt fótbólt í 210 minuttir uttan at hava skotið eitt mál, og nú skal ein brotssparkskapping avgera, hvat av liðunum sleppur víðari til 2. umfar í Champions League.
118min.: Eitt langskot hjá Lukasz Cieslewicz buldrar beint framvið stongini.
112min.: Mark McAllister misnýtir úr stuttari fjarstøðu og B36 livir enn.
108min.: Alt stendur framvegis á púra jøvnum, bæði í spælbýti og støðu. B36 hevur sent Dánjal Róa Olsen á vøllin í staðin fyri Rasmus Dan Sørensen, sum fekk stutt meiri enn ein hálvan tíma á vøllinum og aftur í dag útinti eitt stórt renniarbeiði.
Eftir fyrstu hálvu av longdu leiktíðini: Háspenningur í Gundadali, nú tað framvegis er 0-0 eftir fyrstu hálvu av longdu leiktíðini.
102min.: Eftir frísparksinnlegg stútaði Atli Danielsen upp um málið.
101min.: Eitt dundurskot frá Róaldi Jakobsen frá brotsteigarhorninum streyk stutt framvið málhorninum. Ein ørgrynna av skotum eru endaði omanfyri málið í hesum dystinum.
98min.: Hetta er næstan ein dystur um at halda út, og í løtuni sær Linfield út til at hava meiri orku eftir. Í eini roynd at endurnýggja megina hevur B36 sett Klæmint Matras á vøllin. Hann kom inn fyri Bárð Olsen.
94min.: B36 hevur havt størsta málmøguleikan í dystinum! Súni Olsen spældi til Lukasz Cieslewicz, sum rak framvið seinasta verjuleikaranum og langaði til millimetrar framvið handaru stong.
93min.: Høgni Eysturoy fór skeivur av einum bólti og loyvdi Michael Carvill at renna nærmast púra leysur. Hann slapp eisini framvið Meinhardti Joensen, men tað gjørdist ov spískt og eftir eitt innlegg fekk B36 ruddað burt.
Vanliga leiktíðin farin: Vit skulu í longda leiktíð! B36 trýsti síðstu tveir minuttirnar, men einki spurdist burturúr og endaði hesin dysturin - eins og tann í Belfast - við málleysum javnleiki. Vøddamýkjararnir hjá B36 eru nú slopnir til arbeiðis at gera leikararnar til reiðar til longdu leiktíðina.
90min.: Súni Olsen hevur roynt seg við langskoti úr áleið 30 metrum, men enn einaferð fer ein skotroynd omanfyri málið. Tveir minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.
87min.: B36-leikararnir eru troyttir og nú hevur Linfield hótt við hornaspørkum og fríspørkum. Verjan hjá B36 hevur ruddað væl burtur higartil.
82min.: Risa møguleiki til Róald Jakobsen! Hann vann tamarhaldið á bóltinum eftir eitt frísparksinnlegg, langaði til og bólturin fór fáar sentimetrar omanfyri málið.
76min.: Vandamiklasti áleyparin í søguni hjá Linfield, Peter Thompson, hevur fingið lítið burturúr og er nú útskiftur. Gary Browne eitur avloysarin.
74min.: Ein greidliga troyttur Jákup á Borg hevur latið seg útskifta. Í hansara stað er komin 17 ára gamli Rasmus Dan Sørensen, sum eisini varð innskiftur í Belfast og gjørdi eitt stórt renniarbeiði.
72min.: Risa málmøguleiki til Linfield, sum breyt seg ígjøgnum heilt fram til fáar metrar frá málinum. Meinhardt Joensen hálvbjargaði og Høgni Eysturoy fekk ruddað bóltin av vandaleið, áðrenn Peter Thompson fekk førkað bóltin seinasta teinin inn um málstrikuna.
68min.: Tað leingist ímillum keturnar hjá báðum liðunum, sum bæði tykjast at hava nýtt nógva orku. Linfield hevur bóltin meiri, men tað er framvegis soltið við málmøguleikum.
63min.: Linfield hevur havt tvey hornaspørk, sum tó einki spurdist burturúr.
61min.: Fríspark til B36 beint uttanfyri feltið í vinstru síðu. Súni Olsen leggur bóltin við miklari ferð eftir jørð inn í feltið, men bólturin ferðast ímillum vinir og fíggindar og út av vøllinum.
59min.: Eftir eitt miseydnað hornasparksinnlegg roynir Robert Garrett seg við langskoti, sum fer langt omanfyri.
57min.: Jákup á Borg var fáar sentimetrar frá at fiska eina afturlegging til málmannin, men alt hann fekk burturúr at kasta seg í takklingina, var ein snudd. Hann roynir at spæla víðari, men haltar framvegis nakað.
55min.: Tað er framvegis ein bardagi um miðvøllin í dystinum, sum er dragnaður nakað hvat málmøguleikum viðvíkur.
48min.: Eftir gott samanspæl við Róaldi Jakobsen fek Lukasz Cieslewicz skot á bóltin, men tað var nakað spískt og málmaðurin bjargaði skotroyndini frá póllendinginum, sum hevur verið eyðsýndur í dystinum.
46min.: Teir eru byrjaðir upp á seinna hálvleik í Gundadali. Hvørki av liðunum hevur framt nakra útskifting í hálvleikssteðginum.
Hálvleikur: B36 hevur verið betra liðið í fyrra hálvleiki og hevur skapt fleiri vandamiklar støður, men enn stendur á jøvnum 0-0.
45min.: Súni Olsen hevur roynt seg við frísparki úr 25 metrum, men bólturin fór beint omanfyri málið.
44min.: Róaldur Jakobsen hevur fingið bóltin í málið, men hjálpardómarin metti, at Lukasz Cieslewicz undir sjálva upplegginum hevði verið aftanfyri baklinjuna við bóltinum. Eingin mótmælti avgerðini.
42min.: Lukasz Cieslewicz nýtir kroppin væl og vendir spælinum á miðvøllinum. Hann sendir Súna Olsen avstað, sum fær viðspæl frá Jákupi á Borg og leggur bóltin innfyri til Róald Jakobsen, sum við fremru stong ikki fær nóg gott skot á bóltin og hann endar við síðuna av málinum. Sanniliga smæðist B36 ikki burtur!
40min.: Norðurírar fara illa við Jákupi á Borg, sum hevur fingið fleiri snuddir síðstu løtuna. Armenski dómarin hevur enn ikki havt gula kortið á lofti, men hann verður nú lagdur undir trýst. Spælið gongur javnt á miðvøllinum og tað er langt ímillum málmøguleikarnar.
35min.: Linfield hevur bóltin fyri tað mesta í løtuni, men ikki nógv kemur burturúr. Heimaáskoðararnir eru speiskir og heiðra einum forkølaðum langskoti frá Daryl Fordyce, sum endaði langt við síðuna av málinum.
30min.: Hóast bretar ganga undir at vera kropsliga væl fyri, so er tað B36, sum hevur staðið seg væl betur í nærdystunum. Serliga Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg hava útmerkað seg á hesum økinum.
27min.: Linfield-leikararnir tykjast at detta lættliga og fáa nógv smá fríspørk. Hetta hóvar ikki heimaleikarum- og áskoðarum.
25min.: Nú tað er farið at regna í Gundadali er tað framvegis B36, sum situr tætt á mótstøðumonnunum og ikki loyvir teimum at spæla sítt spæl.
22min.: B36-sangir runga í Gundadali, har bæði B36-skýlið er fullsett og stóra skýlið vigar væl upp ímóti.
20min.: Linfield hevur havt sína fyrstu roynd, men stútarin hevði lítla ferð á og fór upp um. B36 tykist greitt hava vunnið slagið um miðvøllin og hevur yvirtakið.
18min.: B36 hevur havt tveir góðar málmøguleikar! Fyrst ein væl upplagdur Lukasz Cieslewicz við høvdinum, men stútarin fór við síðuna av, meðan Róaldur Jakobsen minuttin seinni rundaði gott uppspæl av við einum skoti frá brotsteigarmarkinum. Skotið var hart, men fór beint upp um málið.
15min.: Linfield otar seg longri fram eftir vøllinum, og eins og í fyrra dystinum, so er besta hugflogið umvegis vongspælið. Higartil hava miðverjarnir hjá B36 verið sterkastir í feltinum og ruddað alt burt.
12min.: B36 hevur havt ein stóran málmøguleika. Súni Olsen legði hornaspark til aftaru stong, har Lukasz Cieslewicz stútaði mótvegis málinum. Royndin varð ruddað burt tætt við málstrikuna.
10min.: Føroyameistararnir eru tendraðir og hava lagt seg upp ímillum kvika spælinum, sum norðurírsku meistararnir royna at borðreiða við. Jákup á Borg og Damien Curran hava fingið boð um at sissa seg, eftir at teir vóru í hornatøkum og armenski dómarin mátti leggja uppí. Enn hevur Linfield onga skotroynd havt, og einastu skotroyndina higartil eigur Lukasz Cieslewicz. Spælið hjá B36 er gott og teir royna at mynstra seg fram eftir vøllinum.
5min.: Linfield vísti tenn frá byrjan við at leggja seg óvanliga langt fram á vøllin, men B36 hevur vunnið bóltarnar seinastu løtuna og hevur nú svarað aftur í bardaganum um plássið á vøllinum. B36 hevur havt lítið yvirtak og Lukasz Cieslewicz royndi seg við einum skoti, eftir at hann langaði til eitt frísparksinnlegg frá Súna Olsen. Bólturin fór upp um málið.
Undan dystarbyrjan: Tað er nakað kølið í Gundadali, men fótbóltslíkindini eru sum heild á góðari leið. Eitt lítið lot er og tað hevur hug at regna. Hjá B36 eru allir mans tøkir og byrjunaruppstillingin er hin sama sum í Belfast. Linfield manglar framvegis Michael Gault, Philip Lowry og Alan Blayney, meðan Albert Watson gjørdist skaddur í fyrra dystinum ímóti B36 og er als ikki við í Føroyum.
Byrjunaruppstillingar
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen (100. Klæmint Matras) Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen - Jákup á Borg (74. Rasmus Dan Sørensen) (108. Dánjal Rói Olsen) Lukasz Cieslewicz
Linfield: Ross Glendinning - Jim Ervin, Steven Douglas, David Armstrong, Damien Curran - Daryl Fordyce (65. Brian McCaul) Robert Garrett, Jamie Mulgrew, Michael Carvill - Mark McAllister, Peter Thompson (77. Gary Browne)
Dómari: Suren Baliyan (Armenia)