Broyting í Champions League kvalifikasjónini

Liðið sum endar, sum nummar fýra í Premier League hetta kappingarárið er tryggjað at sleppa í Champions League kvalifikasjónina komandi summar.

 

Men nú hevur leiðslan í Premier League ætlanir um at broyta hetta. Leiðslan í Premier League ætlar, at liðini sum enda, sum nummar 4, 5, 6 og 7 skulu spæla playoff-dystir um tað fjórða enska Champions League plássið.

 

Endamálið við broytingini er at skapa ein væl størri spenning í Premier League. Seinastu árini hava Manchester United, Chelsea, Arsenal og Liverpool nærum sett seg á tey fýra ensku Champions League plássini. Við broytingini verður nógv meiri at spæla fyri í Premier League. Spenningurin fer eisini at skapa størri áhuga og geva feløgunum eina betri fíggjarinntøku.

 

Chelsea, Manchester United, Arsenal og Liverpool eru ikki so glað fyri uppskotið hjá leiðsluni í Premier League. Hini feløgini í Premier League eru øll sera jalig um ta møguligu broytingina.