Broytingarnar merkjast men talan er ikki um kreppu

Hækkandi orkuprísir, hægri renta og inflatión merkist væl, men enn er ikki talan um beinleiðis kreppu

Tað sigur Jan Otto S. Holm, búskaparfrøðingur, í samrøðu við Dimmalætting.

 

– Vit merkja væl, at privatkundarnir hjá okkum hava minni pengar, men vit síggja hvørki fleiri umbønir um gjaldskáa ella síggja meira trot hjá kundunum. Tað sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri, sum heldur, at tað er einki at ivast í, at livikostnaðurin er hækkaður nógv í Føroyum, men hann sigur samstundis, at bankin ikki hevur merkt nakra kreppu millum privatkundarnar.

 

– Tey sum búskaprliga vóru illa fyri undan broytingunum, hava tað sjálvandi uppaftur harðari nú, men meðal kundin sær út til at klára tær avbjóðingarnar, sum eru júst nú.

 

Les meira við at trýsta her