Broyttar busstíðir í Havn

Nýggja ferðaætlanin hjá Buss- og Skúlaleiðini í Havn verður í hesum døgum borin øllum húsarhaldum í kommununi Í februar í ár varð skipanin við ókeypis busskoyring víðkað fyri at lætta um hjá teimum mongu ferðandi. Hetta bar í sær, at bíðitíðin minkaði munandi. Nú eru nakrar smærri broytingar gjørdar afturat, sum ganga ynskjunum hjá einum breiðum brúkaraskara á møti, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.

Broytingarnar snúgva seg um fyrstu fráferðina á morgni úr Norðasta Horni og fráferðina hjá Skúlaleiðini av Farstøðini.

Nú nýggja ferðaætlanin er komin í gildi, vónar kommunan, at undirtøkan verður eins góð, og hon hevur verið, síðani ókeypis busskoyringin í Havn byrjaði 1. januar 2007.

Ferðaætlanin og nærri upplýsingar um Buss- og Skúlaleiðina síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, www.torshavn.fo

Harumframt verða minni útgávur av ferðaætlanini hjá hvørjari bussleið sær at fáa í bussunum í næstum. Hesar kunnu eisini takast niður av heimasíðuni hjá kommununi, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.