Broyttu kósina í telduni í flogfarinum

Onkur trýsti sjey ella átta ferðir á eina teldu í Malaysian Airlines-flogfarinum fyri at broyta kósina hjá flogfarinum.

Tað er ikki hvør sum helt, ið dugir at broyta kósina í telduni í einum flogfari, og sambært New York Times amerikanskir serfrøðingar sannførdir um, at tað var onkur við kunnleika til ta elektronisku skipanina í flogfarinum, sum broytti kósina.

 

Niðurstøðan hjá teimum amerikonsku serfrøðingunum styðjar upp undir illgrunan um, at onkur broytti kósina við vilja, og tí hava fleiri havt illgruna til flogskipararnar.

 

Teldan, sum kósin er í, er partur av skipanini Flight Management System og er í ímillum flogskiparan og stýrimannin frammi í stýrihúsinum. Skipanin stýrir flogfarinum frá einum staði til annað eftir teirri rutuni, sum er sett í telduna frammanundan, og sambært teimum amerikonsku serfrøðingunum skal ein hava góðan kunnnleika til Boeing-flogfør fyri at brúka hana.

 

Serfrøðingarnir halda, at onkur hevur sett eitt annað pláss inn í skipanina ístaðin fyri Beijing, hagar flogfarið skuldi, og at tað tí er farið ein heilt annan veg.

 

Malaysiski forsætisráðharrin, Najib Razak, segði um vikuskiftið, at tað er alt, sum bendir á, at kósin hjá flogfarinum bleiv broytt við vilja.