Tá Manchester City og Liverpool spældu javnleik 1-1 á Etihad leikvøllinum í Manchester tíðliga leygardagin syrgdi Erling Braut Haaland fyri søguskriving, tá hann legði Manchester City á odda 1-0 í fyrra hálvleiki.
Talan var um mál nummar 50 hjá Haaland í Premier League. Hesi 50 málini hevur Haaland megna at skjóta upp á bert 48 dystir.
Gamla metið átti gamli Manchester United og Newcastle áleyparin, Andy Cole sum megnaði at skjóta tey fyrstu 50 Premier League málini upp á 65 dystir. Søguligi toppskjúttin í Premier League, Alan Shearer megnaði at skjóta tey fyrstu 50 málini upp á 66 dystir.
Hetta eru leikararnir, ið hava brúkt fægst dystir upp á at skjóta 50 mál í Premier League:
* Erling Braut Haaland: 48 dystir
*Andy Cole: 65 dystir
* Alan Shearer: 66 dystir
* Ruud van Nistelrooy: 68 dystir
* Fernando Torres: 72 dystir
* Mohamed Salah: 72 dystir
* Pierre-Emerick Aubameyang: 79 dystir
* Sergio Agüero: 81 dystir
* Thierry Henry: 83 dystir
* Kevin Phillips: 83 dystir
* Diego Costa: 85 dystir