Brunatrygdin á fleiri bústovnum óforsvarlig

ELDRARØKT Í ÓRØKT Á fleiri stovnum til eldri, hava ein ella tvær náttarvaktir ongan livandi møguleika at bjarga búfólkunum, skuldi eldur komið í, sigur Petur Olsen, fyrrverandi leiðari á Brunaumsjón landsins

Á fleiri bústovnum til eldri, er brunatrygdin ikki nóg góð.
Tað staðfestir Petur Olsen, fyrrverandi leiðari á Brunaumsjón landsins.
Á eldrafundinum í Miðlahúsinum týskvøldið tók hann eisini orðið og ávaraði staðiliga um støðuna á fleiri av almennu stovnunum, sum verða brúktir at hýsa eldri og óhjálpnum annars, í.

Púra óhóskandi
Petur Olsen vísir á, at tað er rættiliga stórur munur á teimum ymsu stovnunum.
Fleiri bygningar, helst teir, sum eru bygdir til endamálið, eru tryggir og bygdir í samsvari við teir brúkarar, teir skulu hýsa.
Men tað nógvir bústovnar, sum eru gomul hús, eisini hús í fleiri hæddum, sum kommunur hava keypt frá privatfólki, og síðani hava snikkað saman til ein bústovn.
Tað eru serliga hesir stovnarnir, sum órógva fyrrverandi leiðaran á Brunaumsjónini.
Hann vísir á, at teir eru als ikki innrættaðir til endamálið og somuleiðis er tilfarið í teimum heldur ikki hóskandi til bygningar til hesi endamálini.
- Hesi húsini eru ofta vánalig og als ikki hóskandi til at hýsa óhjálpnum fólki, hvørki hvat innrætting ella tilfari viðvíkur.
- Brúkarar, sum hesir, eru ómetaliga viðkvæmir og tí mugu stovnarnir byggjast innrættast eftir tí.
- Búfólkini eru mangan óhjálpin og klára seg als ikki sjálvi.
- Talan er eisini mangan um fólk, sum eru hampiliga væl fyri og klára seg meiri og minni sjálvi, tá ið tey flyta á stovnin, sum tá kann vera brúkiligur til endamálið.
Men trupulleikin er, at tey verða verandi á sama stovni, sama, hvussu óhjálpin tey verða við aldrinum.
- Tað er ikki trygt at lata óhjálpin fólk liggja á kvistum og úti undir eini væðing í einum gomlum húsum, tí krøvini til brunatrygd í einum stovni, har búfólkini eru óhjálpin, eru nógv strangari enn til ein stovn, har búfólkini klára seg sjálvi, sigur hann.

Ongan livandi møguleika
Tað, sum serliga leypir órógv á Petur Olsen, er, tá ið hann frættir, hvussu illa mannaðar náttarvaktirnar eru á slíkum stovnum.
- Ein ella tvær náttarvaktir hava ongan livandi møguleika at bjarga fleiri óhjálpnum fólkum úr einum brennandi bústovni, sigur hann.
Hann staðfestir, at náttarvaktir eru eisini brandvaktir, men hendir nakað, eru tær prísgivnar.
- Tíbetur eru vit spard fyri vanlukkur, men tær kunnu henda fyrr ella seinni og eg veit, at starvsfólk, sum eru til arbeiðis, tá ið slíkur skaði hendir, tey verða aldrin fólk aftur.
- Hvønn rætt hava politikarar at seta starvsfólk í eina slíka støðu við at skerja stovnarnar so nógv, at náttarvaktir mugu sparast burtur í tað óforsvarliga, spyr hann.
Hann heldur, at sigur, at hetta verður kallað at renna undan ábyrgd.
Men politikarar renna ikki bara undan ábyrgd. Teir leggja harafturat ábyrgdina á starvsfólk, sum ikki kunnu loysa hana.
- Tað er ógvuliga ábyrgdarleyst at skumpa ábyrgdina yvir á fólk, sum ikki kunnu lyfta hana, sigur Petur Olsen.

Lappaloysnir
Petur Olsen sigur, at ofta eru húsini bara keypt, uttan at nakar er eftirspurdur.
- Brunaumsjónin hevði ikki lógarásett krav at skula góðkenna slíkar stovnar fyri at teir kundu verða nýttir til slík endamál.
Men oftani varð Brunaumsjónin kortini biðin um eina meting av einum bygningi.
- Tá komu vit mangan í ta støðu, at vit mátti staðfesta, at húsið var als ikki hóskandi til bústovn.
Men avleiðingin av tí hevði verið, at búfólkið endaði úti á berajólum og tí var mangan heldur farið undir lappaloysnir við ávaringarskipanum, neyðútgongdum og øðrum fyri at bøta um støðuna. Men nøktandi er tað ikki, sigur Petur Olsen.
Men hann leggur afturat, at tað hevur kortini hent seg, at kommunur hava ráðført seg við hann, áðrenn tey hava keypt hús til bústovn.
- Men summi vendu sær ikki til Brunaumsjónina, leggur hann afturat.

Fara at leggja dent á eftirlit
- Í framtíðini fara vit at leggja nógv størri dent á at hava eftirlit við um brunatrygdin á stovnum og bygningum, er í lagi.
Tað sigur sigur Elmar Højgaard, stjóri í nýggja stovninum Vørn, sum er ein samanlegging av Fiskiveiðieftirlitinum, MRCC Tórshavn, Tórshavnar Radio, Tilbúgvingarstovni Føroya og Veðurtænastuni
Hesin stovnurin skal eisini hava brunaeftirlit ístaðin fyri stovnin, sum nevndist Brunaumsjón Landsins, sum ikki er til longur, tí nú eru fleiri uppgávur á hesum øki lagdar undir kommunurnar.
Á gomlu Brunaumsjónini arbeiddu fimm fólk, men nú eru tað bara tvey fólk, sum fáast við brunaeftirlit, men arbeitt verður við at seta eitt starv afturat.
- Síðani vit eru samanlagdur er arbeiðsorkan hjá stovninum munandi skerd, og arbeiðsorkan er eisini hareftir, staðfestir Elmar Højgaard.
Hann ásannar í hesum sambandi, at orkan til at hava eftirlit hevur verið alt ov lítil.
Hann sigur eisini, at samanleggingar hava ávirkað virksemið hjá stovninum.
- Gamla brunaumsjónin hevði eisini byggieftirlit við størri bygningum, men tað er nú flutt undir kommunurnar.
- Enn hanga tó nakrar uppgávur av hesum slagnum eftir. Men tá ið tær eru avgreiddar, fáa vit størri arbeiðsorku til eftirlit og tá fara vit heilt vist at leggja ógvuliga stóran dent á at útinna hetta eftirlit í verki, sigur Elmar Højgaard.
- Tað merkir, at tá verður tað okkara høvuðsmál at fara út á stovnar at kanna eftir um viðurskiftini eru, sum tey skulu.
Hann vísir á, at tað fer fleiri ferðir ført fram, at ellis- og røktarheim ikki fáa nóg stóra játtan, men at tað ikki skal raka røktina.
- Men tað er ikki óhugsandi, at tað fer at raka trygdina, so vit fara at leggja dent á at fylgja við á hesum øki, leggur hann afturat.