Longu áðrenn bókin kom út var eitt evni nógv umtalað, og tað er um sonin Jørgen, sum tók sítt egna lív. Men harafturat fekk Thorbjørn Jagland eitt spark á skinnabeini.
Ynksti ikki Jagland
Fyri fyrstu ferð síðani Gro Harlem Brundtland valdi at leggja frá sær sum floksleiðari í Arbeiðaraflokkinum í 1992, hevur hon lyft dúkinum eitt sindur uppfrá. Í bókini skrivar hon meir og minni beinleiðis, at hon ikki ynskti at Thorbjørn Jagland skuldi taka við sum floksleiðari. Jagland var tá flokksskrivari og røkti sítt starv væl.
Í bókini sigur hon, at tankin um at Jagland kanska skuldi gerast floksleiðari fekk hana at ivast.
Ein frálíkur floksskrivari, ja, men hvat við »evnen til å kommunisere og ikke minst markedsføre utad«, økir sum »Jens Stoltenberg gjennom radio og fjernsyn klart hadde vist hvilke evner han hadde.«
jhg