Hvítusunnukvøld um 19 tíðina fekk løgreglan í Runavík boð um, at nakrir ungdómar vóru í holt við at bróta inn í matvøruhandilin, Brotið í Saltangará. Men teir uppdagaðu, at teir vóru sæddir, og runnu tí frá staðnum. Teir vórðu afturhildnir niðri á keiini, og tá vísti tað seg, at málið fevndi um meira enn bara innbrotið í Brotið. Fríggjakvøldið høvdu hesir somu ungdómar, sum eru millum 12 og 15 ár, verið inni í Miklagarði. Har var ein hurð til goymsluna, sum hevur staðið opin, og eru teir slopnir inn tann vegin. Teir høvdu stolið eini 7 kartengur av sigarettum og aðrar smálutir.
? Teir vórðu afturhildnir, og foreldur og barnavernd vórðu boðsend. Teir, sum eru undir 15 ár kunnu ikki verða revsaðir, men teir, sum eru 15, verða sjálvandi revsaðir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík.
Málið verður lagt barnaverdini í hendi, og verða tað tey, ið skulu finna útav, hvat víðari hendir við dreingjunum.