Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna úr tveimum handlum at boða frá innbroti. Annar handilin var í Hoyvík og hin var í Havn. Tjóvarnir høvdu brotið hurðar og rútar fyri at sleppa inn. Løgreglan sigur, at í báðum førum fóru tjóvarnir eftir pengakassanum. Í tí eina førinum brutu teir pengakassan upp og tømdu hann, og í hinum førum var talan um ein berbaran pengakassa og hann tóku tjóvarnir við sær.
Nakað av pengum var í pengakassunum, men ikki tað stóra kortini, tí handlar liggja ikki inni við teimun stóru upphæddunum, sigur løgreglan.