Tað sýnist eins og, at Bryan Adams, ið kemur til Føroyar í næstum, dámar sera val talið 11? 17. mars gevur rokklegendan Bryan Adams 11. fløgu sína ?11? út og í hesum sambandi fer hann at halda 11 konsertir í 11 londum uppá 11 dagar.
Bryan Adams er føddur í november (sum er mánaður 11) og sambært numerologi umboðar hetta talið visiónir, hugskygni og listarligt, nýskapandi flogvit.
Konsertferð hansara kring høvuðsstaðirnar í Evropa byrjar 7. mars og endar í Keypmannahavn 17. mars, sama dag sum nýggja fløgan verður til keyps í handlunum.